Mánadagin 4. juni verður Maria, vanliga kallað Mia, í Skorini 90 ár. Mia er eitt rættiligt havnarfólk. Hon er yngst av teimum níggju børnunum hjá Agnas f. Nicolajsen úr Havn, og Jógvan Jensen av Dul á Strondum. Frá hesum staðarnavni fingu børnini sær eftirnavnið á Dul.
Agnas og Jógvan búsettust um aldaskiftið í Konradsbrekku, sum Gr. Kambansgøta fyrr varð kallað. Hetta var í húsunum, sum Conrad Nicolajsen, abbi Miu, bygdi fyrst í 1880-unum.
Mia var bert ársgomul, tá pápi hennara doyði í 1923, bara 47 ára gamal. So við og við giftust øll systkini út. Sum frá leið vóru tey tvey eftir. Grímur, sum var næstyngst, giftist inn í barnaheimið við Andreu, ættað úr Kunoy. Mia hevði ongan skund at giftast og bleiv verandi heima. Tískil kom Mia at búgva saman við Grími og Andreu og teirra børnum í 12 ár. Tað vóru góð viðurskifti teirra millum, og tey eru framvegis eins góð so nógv ár aftaná.
Nú er Mia einsamøll eftir av hesum ættarliðnum á Dul. Seinasta árið eru svigarinnurnar Astrid og Andrea farnar.
Sum ung kom Mia at arbeiða sum genta hjá dómarahjúnunum Gerdu og Erik Bonnevie. Her var hon frá 1. juli 1939 til 1. august í 1941. Tá mátti hon gevast, tí mamman gjørdist sjúklig, og hon mátti fara heim at vera um hana. Agnas doyði í 1945, 64 ára gomul.
Sama ár fór Mia til Keypmannahavnar at læra at seyma á eini seymistovu. Hon búði í tvey ár hjá beiggja sínum, Páll, sum tá búði í Danmark. Mia kom heim aftur í 1947. Hon fór tá at arbeiða á heilsøluni hjá beiggja sínum Jákupi. Í 1950 kom hon at arbeiða á skrivstovuni hjá Mariu Poulsen, har beiggin, Grímur, var stjóri. Her kom hon at verða kend sum arbeiðssom, skilagóð og fyri at vera sera kring við tølum. Hon hevði ábyrgdina av bókhaldi og roknskapi. Hon stóð eisini fyri innkeypinum. Mia var eisini innkeypsferðir uttanlands, millum annað í Týsklandi. Serliga gott skil hevði hon á porselensvørum, sum hevur verið ein stórur partur av vøruúrvalinum hjá Mariu Poulsen. Mia arbeiddi har til 1985 ella nærum 35 ár.
Í 1959 giftist Mia við Poul í Skorini, ættaður av Eiði. Hann var einkjumaður og átti synirnar Róland og Sámal, ið vóru smádreingir tá.
Mia og Poul búsettust í húsunum hjá Poul í Mortansstovubrekku 5. Synirnir vóru tá farnir til ommurnar á Eiði og í Havn at vera, men Mia megnaði at savna familjuna aftur og at byggja eitt nýtt og gott heim uppaftur. Tað eru tey øll framvegis sera takksom fyri.
Í 1965 fingu Mia og Poul dóttrina Ragnhild, uppkallað eftir fyrru konu Poul. Mia var 43 ár, tá hon gjørdist mamma. Hetta gjørdi tað ikki minni stuttligt hjá teimum at fáa eina lítlasystur.
Ragnhild giftist við Marcus Jacobsen í Klaksvík og eiga tey fýra børn. Sámal, giftur við Mariu, býr á Eiði, og Róland, giftur við Elsu, býr í Havn. Tilsamans eru nú 11 ommubørn og 13 langommubørn.
Ragnhild hevur nú í fleiri ár skipað fyri bókhaldinum í virkinum hjá Hanus Hansen í Grønlandi. Men hon kemur javnan heim at vitja mammuna.
Poul doyði í 2003, 85 ára gamal, aftaná at vera viknaður so líðandi í nøkur ár. Mia megnaði at hava Poul heima alla tíðina, og var hon um hann til tað seinasta. Tað eru børnini eisini takksom fyri. Nú løna tey henni tað eisini aftur.
Vit bæði eru ættað úr sama túni í Konradsbrekku. Mia er ættarkær og hevur verið trúgv at vitjað aftur í barndómsheimið.
Tað hevur eisini verið og er framvegis eitt ógvuliga gott samband og vinskapur millum ættarfólkið hjá okkum báðum, sum nú hava búð í Konradsbrekku í fleiri ættarlið.
Mia heldur føðingardagin í Starvsmannafelagshølunum í J. H. Schrøtersgøtu 9 4. juni frá kl.16. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit ynskja Miu hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum.
------
ó.