Mikudagin vitjaði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Vága kommunu. Við á vitjanini vóru Marjun Thomasen, stjóri í Landsverk, Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari hjá Landsverk, umframt embætisfólk og ráðgevi í fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Landsstýrismaðurin varð móttikin av Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, sum hevði bjóðað landsstýrismanninum og umboðum fyri Landsverk vestur á fund at tosa um stóru avbjóðingarnar, ið standast av veksandi ferðsluni í kommununi.
Á fundinum greiddi borgarstjórin frá, hvussu økta ferðslan í kommununi ávirkar trivnaðin hjá borgarunum, og hann legði fram visjónina hjá Vága kommunu fyri næstu 10 árini – har burðardygg samferðsla og tryggleiki eru í fokus.
Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er støðugt veksandi, og í Vága kommunu fegnast tey um útbyggingina á flogvøllinum sum gagnar føroyska samfelagnum.
- Men, vit staðfesta samstundis, at fleiri og størri átøk eru neyðug fyri at tryggja eina haldgóða og trygga ferðslu gjøgnum Miðvág og Sandavág, nú ferðafólkatalið og ferðslan væntast at økjast munandi næstu árini.
Í Vága kommunu vísa tey á, at meginparturin av vegnum gjøgnum Miðvág og Sandavág er landsvegur, sum Landsverk hevur ábyrgd av, og vegurin virkar eisini sum innkomuvegur frá flogvøllinum til restina av landinum.
- Ferðsluráðgevin, Mikkel H. Frandsen, legði fram støðuna hjá kommununi og greiddi frá teimum trupulleikum, sum eldra vegakervið, bygt í 1960- og 1970-árunum, hevur við sær í dagsins samfelag. Hann vísti eisini á møguligar loysnir og hugskot, sum kunnu bøta um støðuna og tryggja bæði ferðslu gjøgnum bygdirnar og tryggleika fyri borgararnar í Vága kommunu.
Í Vága kommunu siga tey, at semja var um á fundinum, at hugt eigur at verða eftir einar langtíðarætlan, sum er alneyðug fyri at framtíðartryggja vegakervið og ferðslutrygdina í Vága kommunu - og soleiðis eisini innkomuvegin til og frá flogvøllinum.
- Men, ímeðan vit bíða eftir einari varandi loysn, so sum ein tunnil, mugu munandi batar gerast við ferðslutrygdina ígjøgnum Miðvág og Sandavág, so borgarar kunnu kenna seg tryggar, og at trivnaður fram við vegnum aftur verður raðfestur.
Í Vága kommunu vísa tey á, at peningur má fáast til vega, so Landsverk fær loyst uppgávuna.
Borgarstjórin, Bjarni Prior, takkaði landsstýrismanninum og stjóranum í Landsverk fyri at vilja hyggja uppá møguligar loysnir fyri at betra um støðuna.
- Landsstýrismaðurin og stjórin í Landsverk skiltu sera væl álvaran í boðskapinum, sum borgarstjórin borðreiddi fyri teimum á fundinum, og takkaðu fyri greiða kunning um ferðsluviðurskiftini - fyri framløguna og um tær spennandi ætlanir sum liggja fyri framman í Vága kommunu, verður lagt aftrat.