Mika leveraði ársins popbrak!

Ongantíð hava so nógv fólk verið savnað á Vágsbøi eitt hóskvøld. Fleiri túsund fólk vóru komin at lurta eftir bretska Mika, sum leveraði hitt oman á hitt í stórformi.

Ársins høvuðsnavn leveraði so væl og virðiliga. 29 ára gamli Mika – ella Michael Penniman, sum hansara kristna navn er – var væl upplagdur framman fyri teirri sera stóru áhoyrarafjøldini.

 

Væl áðrenn hann trein á pall kl. 22.30, var Vágsbøur longu fullsettur. Fólk stóðu sum sild í tunnu, meðan tey bíðaðu. Brádliga sóust nakrir hvíttklæddir menn trína á pall, og settust teir við hvør sítt ljóðføri, meðan skríggini frá teimum mongu áhoyrarunum – kanska serliga gentunum – hoyrdist heilt niðan á Klakk. Løtu seinni kom so høvuðsmaðurin sjálvur, Mika, og tá vildu skríggini ongan enda fáa.

 

- Relax, take it easy. For there is nothing that we can do.

 

Soleiðis ljóðaði tað, tá Mika tók fatur í mikrofonina og byrjaði at syngja. Eina meira orkufulla byrjan enn ta hjá Mika í kvøld, skal man nokk leita leingi eftir. Fjøldin sang og rópti við, meðan rútmisku og glaðu tónarnir streymaðu út úr hátalarunum.

 

Mika sjálvur sá út til at njóta at standa á palli í Klaksvík í kvøld. Hann rann aftur og fram á pallinum og hevði nógv yvirskot at smílast, flenna og at samskifta við áhoyrararnar.

 

- Nokk ongantíð havi eg sungið í einum so flottum landi sum Føroyum, segði Mika millum tveir av sangunum. Óneyðugt at siga til stóran fagna av stóru fjøldini.

 

Eitt komiskt íslett var eisini undir konsertini. Sum liður í eina sanginum skuldu ein rúgva av risastórum ballónum kastast út yvir fjøldina. Men vindurin fór avstað við øllum ballónunum og blásti tær út á Borðoyavík. Men skaðin var meira stuttligur enn stórur.

 

Uttan iva hevur Mika havt eina ta størstu – og bestu – popframførsluna í Føroyum nakrantíð. Um dømt verður út frá áhoyrarafjøldini, so er tað ið hvussu so er satt.