Við stórspæli frá Kaka tryggjaði Milan sær sunnumorgunin heitið sum heimsins besta fótbóltsfelag. Í einum til tíðir dramatiskum dysti vunnu teir 4-2 á argentinska Boca Juniors. Kaka, sum herfyri varð kosin besti spælarin í Europa, og sum væntandi verður kosin heimsins besti spælari í næstum, sýndi satt stórspæl. Umframt at skora eitt mál sjálvur, legði hann eisini upp til bæði málini hjá Inzaghi í sigrinum.