Tá ið eg var ungur var tað nakrar milliónir tað galt.
Sjálvandi kunnu vit gera eitt ótal av roknistykkjum. Men hvat skulu vit brúka tey til í tí veruliga lívinum? Sjálvt í støddfrøðini gongur ikki alt upp, og har hevur man eitt hugtak, sum eitur tað irrationella, og hvat so við lívinum sjálvum? Tað eru livandi menniskju, ið tað snýr seg um.
Langt áðrenn menniskjuni høvdu gingið á mánanum, og fleiri klók roknistykki høvdu sagt, at har komu tey ongantíð at ganga, segði ein klókur maður, at tað var lættari at koma upp á mánan enn at broyta heilan og hugan á fólki. Ein annar klókur maður, ja fleiri, hava bent á, at um eitt menniskja fyrst av álvara vil nakað, so kann tað gera tað mest ótrúliga.
Eiler Jacobsen segði í Útvarpinum frá, tá ið teir fingu sítt fyrsta glæsiliga og tá sera kostnaðarmikla skip, at verpápi hansara, Petur Háberg, segði upp eftir Jens av Reyni, at teir, sum keyptu og bygdu skip, máttu vera eitt sindur ørir (ella okkurt tílíkt).
Roknistykki jú, men hvussu við øllum tí ókenda?
Fleiri søgur eru um skiparar, sum søgdu, tá teir sóu ta veldugu lastina á línubátunum, at tær blivu ongantíð fullar. Í allar flestu førum kom hetta at verða mótsatt. Tær blivu altíð fullar á grønlandstúrunum.
Tað er okkum í kjøti borið at leingjast eftir onkrum tryggum. Hesin dreymur kann, um hann tekur megina frá okkum, vera sera skaðiligur, og júst fáa okkum í óføri. Dømini eru óteljandi. Hvussu við suðurkoreanska ella japanska búskapinum? Bara fyri ári síðani høvdu nógv sagt, sum føroyingar plagdu at siga: »Hatta er trygt sum Bank of England ella pundið«.
Og hvussu við roknistykkjunum í okkara bankum? Og hin veldugi tryggleikin í ríkisfelagsskapinum?
Hesin tryggleikin er falskur, romantiskur og veruleikafjarur.
Sjálvandi sigi eg ikki, at okkara nógvu vællærdu serfrøðingar ikki skulu arbeiða við tølum og gera roknistykki fyri framtíðina, men tey mugu lesast við skili og ikki takast sum átrúnaðarligir lærusetningar.
Men altíð tá ynski um tílík roknistykki hava verið borin fram, rennur fram fyri meg: Øskudólgur og sópingarkona. Tað ger tað sama, hvat tú sigur við tílík fólk. Tey vilja altíð hava okkurt annað at spyrja um. Og so er spælið gangandi.
Um vit hugsa, at tey eftirlýstu roknistykkini vórðu gjørd í sekstiárunum ella sjeytiárunum ella áttatiárunum. Ja, so kundu vit sjálvandi brúkt tey nú at flent at, sum undirhald. Ikki tí, nógv er skrivað um evnið undir »roknistykkinum«. Erlendur t.d. og D. P. Danielsen skrivaðu ein Roðan fyri og annan eftir júst um búskap og peningaviðurskifti millum lond og tað einstaka landið.
Ofta havi eg roynt at seta meg í støðuna hjá hesum fólkum við milliardini.
Sjálvandi er hetta eitt lætt »prógv« fyri tey, sum ikki trúgva uppá, at tað ber til at liva í hesum landi. Hetta støðgar mótpartin, halda tey, við einum einasta setningi. Smart. Ómakaleyst.
Í staðin fyri at bróta upp um armar og fara til verka, kanst tú seta teg upp afturá, njóta lívið, nøra um tínar egnu ognir. Samfelagið tørvar tær ikki at hugsa um. Tað mugu hini um. Tú vísir ábyrgd. Hini eru ábyrgdarleys. Tú sær veruleikan í eyguni. Hini eru romantikarar. Kanska tað mest óhugnaliga og skaðiliga við hesum »prógvum« er, at hesi fólkini so líðandi fara at arbeiða ímóti, at nakað kann bera til í Føroyum. Alt føroyskt verður vánaligt ella hálvvánaligt. Dittar onkur sær til at siga teimum ímóti. Gleðast um okkurt føroyskt. Ja, so er hann romantikari, tjóðskaparfanatikari. »Hatta sigur tú bara, tí tað er føroyskt«. Tey lasta tað, tí tað er føroyskt. Sanniliga. »Tjóvur trýr at hvør maður stjelur«. Teirra roknistykki skulu passa, og tað gera tey bert, um einki ber til í Føroyum, og føroyingar eru eitt útvalt fólk av ódugnakroppum.
Men aftur til milliardina. Hvussu trygg er hon? Er ikki farið at máast burtur av henni? Og hvussu sunn er hon?
Í einum stuttum lesarabrævi sóknast ein ungur politikari, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, eftir roknistykkinum, sum sigur nakað um, hvat vit lata aftur fyri hesa nú nógv tødnaðu milliard! Jú, so er, roknistykkini eru so ymisk, og so løgið er lívið, at sumt í tí ikki kann gerast um til eitt roknistykki.
Árið er ungt enn, men nógv er broytt hesar 100 dagarnar. Royn so at minnast aftur tosið fyri fýra árum síðani.
Sjálvandi skulu vit viðgera peningamál í fullum álvara. Gev keisaranum tað, sum er hansara, men heldur ikki meir.
Vit kunnu ikki bara stara at hesi milliardini. Vit verða starblind. Síggja einki annað. Hava vit gloymt, at »ikki er alt gull, ið glitrar«, og at okkara forfedrar bóðu: »Gev mær ikki ríkidømi ella armóð, men mítt dagliga breyð«.
Steinbjørn B. Jacobsen