Millumbylgjusendarin - Munurin er ikki so lítil

Jógvan Horn, Tórshavn

Í grein í bløðunum grundgevur Bjarni Djurholm fyri sendimegini á ætlaða nýggja millumbylgjusendaranum.
Verandi 200 kW sendari stendur fyri at verða útskiftur, og ístaðin fyri at keypa ein nýggjan við somu sendimegi, er ætlanin at keypa ein 25 kW sendara.
Aðaltátturin í argumentatióni hjá BD er, at 25 kW sendarin er nógv bíligari, og at lítil munur er á dekninginum. Fyri at stuðla undir hesa argumentatión upplýsir BD, at ein sendari á 25 kw røkkur 550 km og at ein á 200 kW røkkur 800 km.
550 og 800 ljóðar ikki sum tann stóri munurin, men í veruleikanum er risastórur munur á dekningsvíddunum hjá hesum báðum sendarum vegna tað, at víddin á einum cirkli veksur við radius í øðrum potensi. Ganga vit út frá, at dekningsøkið hevur cirkulskap, kunnu vit rokna dekningsvíddirnar út grundað á tølini í greinini hjá BD.
Úrslitið er hetta:

Dekningsradius [km]Dekningsvídd [km2]
8002.010.619
550 950.332
Munur1.060.288

Hesi tølini tala fyri seg: munurin er als ikki so lítil!
Ein sendari, sum røkkur 800 km, fevnir um eitt øki, sum er yvir tvífalt til støddar í mun til ein sendara, sum røkkur 550 km. Við øðrum orðum: verður ætlanin framd, minkar dekningsvíddin niður í minni enn eina helvt av verandi dekningsvídd.
Hetta eiga tingmenn at gera sær greitt, tá støða skal takast til uppskotið.