Millumhandlarar venda eyguni móti føroyskum fótbólti

Fótbóltur: Í dag kemur norskur millumhandlari til Føroya at kunna seg um føroyskan fótbólt

Kring alt Europa eru tað fólk, sum liva av at selja fótbóltsspælarar, og ein teirra kemur í dag til Føroya at kunna seg um føroyskan fótbólt.

Tað er norðmaðurin Trond Are Gjone, sum arbeiður fyri eitt norskt felag, sum millum annað selur fótbóltsspælarar. Felagið stóð fyri kortum fyri søluni av norðmanninum Tore Andre Flo frá Brann til Chelsea. Í felagnum arbeiða millumhandlarar, sum eru skrásettir hjá FIFA.

Ætlanin við vitjanini í Føroyum er at kunna seg um føroyskan fótbólt, millum annað við at fara til dystir her í vikuskiftinum.

Eisini fer norðmaðurin at tosa við føroysk fótbóltsfólk, og helst verður eisini ein avtala gjørd við Jákup í Stórustovu í Havn um, at hann skal umboða norska felagið í Føroyum.

Tá vit í gjár fingu fatur á Jákup í Stórustovu, váttaði hann, at so er.


Síggja støðið

í Føroyum

­ Fyri fyrst kemur norðmaðurin bara til Føroyar fyri at kunna seg nærri um føroyskan fótbólt, men vit fara at tosa saman og ætlanin er at gera eina avtalu um samstarv framyvir, sigur hann við Ítróttarsosialin.

­ Eingin skal vera bangin fyri, at allir okkara bestu fótbóltsspælarar fara at flyta av landinum nú. Norski millumhandlarin kemur fyrst og fremst fyri at síggja støðið í føroyskum fótbólti í mun til norskan og útlendskan fótbólt annars..

Trond Are Gjone ætlar sær til dystir í vikuskiftinum. Bæði í yngru deildunum leygardagin og í 1. deild sunnudagin. Og mánakvøldið ætlar hann sær at hyggja eftir unglingadystinum millum B36a og KÍ, sum verður í Gundadali.


Lagt merki til úrslitini

Fyrr í vikuni skrivaðu vit , at Julian Johnsson hevði verið í Italia og roynt seg í einum 1. deildarfelagi, og seinni í ár skal hann til Noregs at royna seg.

Tað eru slíkir møguleikar, sum føroyskir spælarar kunnu fáa í framtíðini, um teir verða mettir, at vera nóg góðir.

­ Útlendingar hava lagt merki til Føroyar í altjóða dystum. At vit støðugt fáa so góð úrslit halda teir koma av, at vit veruliga hava góðar fótbóltsspælarar, og tí venda teir nú eyguni hendan vegin, sigur Jákup í Stórustovu.

Norðmenninir eru teir fyrstu, sum fáa sær sær samstarv við føroying, sum kann umboða teir her á landið.

­ Tað var bara spurningur um tíð áðrenn útlendsku millumhandlarnir komu til Føroya. Nú hava teir funnið fram til okkum, og eg eri so komin í samband við teir.


Serliga ungir

spælarar

Hóast norðmenn nú fáa sær umboðsmann í Føroyum, skal eingin vænta, at tað fer at seta ferð á søluna av føroyskum spælarum.

­ Útlendingar halda, at her kunnu vera spælarar, sum kunnu brúkast uttanfyri Føroyar, og tí koma teir hendan vegin. Tað hendir tó neyvan nógv fyrstu tíðina, men møguleikin er avgjørt fyri, at føroyskir spælarar kunnu fáa kjansin í útlendskum feløgum, sigur Jákup í Stórustovu.

­ Norðmenninir eru serliga áhugaðir í ungum spælarum, frá 18 til 22 ár, og Trond Are Gjone fær høvi at síggja nakrar av hesumi meðan hann er í Føroyum.

­ Men tað skulu góðir fótbóltsleikir eginleikar til, bara fyri yvirhøvur at fáa møguleikan at venja við útlendskum felag, so eingin skal vera bangin fyri, at útlendingar fara avstað við øllum okkara spælarum

Við tínum tætta tilknýti til B36, kann hetta ikki føra til ósemjur í B36 ella við onnur feløg?

­ Hetta hevur einki við B36 at gera, og norðmaðurin kemur til Føroya fyri at hyggja eftir føroyskum fotbólti sum heild. Mín framtíð í B36 veldst nógv um, hvat vit koma fram til í vikuskiftinum, sigur hann.


Tað tekur drúgva tíð

Í løtuni eru tríggir føroyskir fótbóltsspælarar sáttmálabundnir í útlondum, og teir eru allir at finna í Danmark.

Todi Jónsson telist millum fremstu álopsspælarar, og spælir í løtuni fyri oddaliðið í donsku kappingini, FC Keypmannahavn.

Jákup Mikkelsen eigur ikki fast pláss á Superligaliðnum hjá Herfølge í løtuni, men hnn hevur áður víst, at dugur er í honum, og hann kappast framvegis fyri at sleppa á liðið.

Og í Esbjerg spælir Jan Allan Müller í 1. deildarfelagnum har. Hann hevur staðið seg væl og hevur gjørt nógv mál fyri felagið. Í løtuni er hann tó sjúkur, men væntar at koma fyri seg um nakrar vikur.

Aðrir føroyskir spælarar hava roynt seg í donskum feløgum, og teir vita betri enn nakar annar, hvat skal til fyri at standa seg.

Todi Jónsson brúkti eitt ár bara um at koma uppá støðið hjá dønum, men tá hann hevði klárað tað, var hann eisini førur fyri at standa seg í bestu deildini í Danmark.

Spælarar, sum framyvir fáa kjansin í útlendskum feløgum, mugu tí vera til reiðar at gera nógv við tað og vita, at tað tekur tíð, áðrenn tey stóru úrslitini síggjast aftur.