Minka munandi um vandan fyri at Teistin skal avlýsa siglingina

Væntandi verður vandin av í næstu viku, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum

Landsverk er nú farin undir arbeiðið at taka grót upp úr innsiglingini í Skopunar Havn fyri at gera tað lættari hjá Teistanum at sigla. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Tað er mangan ókyrt Skopun  og tað førir við sær, at grót legst í innsiglina og ger tað munandi verri hjá Teistanum at sigla.

Fyrr í ár vórðu fleiri túrar avlýstir tí at Teistin hættaði sær ikki inn fyri gróti á botninum. Tað gongur nú tað er dýrdarveður, men verður einki gjørt, er stórur vandi fyri heilt nógvum avlýsingum aftur í heyst og í vetur, tá ið veðrið aftur fer ar versna.

Og í gjár heitti Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, á myndugleikarnar um at fáa innsiglingina ruddaða. Hann átalar, at einki er gjørt, hóast grótið hevur ligið rættiliga leingi.

Men Heðin Mortensen sigur, at stig eru longu tikin til at rudda innsiglingina í Skopun. Hann sigur, at orsøkin til, at arbeiðið ikki er gjørt áður, er, at slíkt arbeiðið gerst bara í dýrdarveðrið.

Hann sigur, at Landsverk hevur havt kavara á botni, og hann hevur borað stengur í steinarnar, sum skulu takast upp.

– Nú verður so bara bíðað eftir líkindum at taka teir upp, men eg vænti avgjørt, at innsiglingin er ruddað í næstu viku, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at tá fer vandin fyri, at Teistin noyðist at avlýsa túrar, at minka munandi.