Minna fólk á at ansa eftir deyðiligari seyðasjúku

Hon er staðfest í trimum oyggjum

Septembur mánaði fer at líða, og sosatt nærkast slaktið eisini. Slaktið er ársins hæddarpunkt hjá teimum, sum hava seyð, og í hesum sambandi er ikki óvanligt at føra seyð ímillum oyggjarnar.

 

Men nú minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at tað er ólógligt at flyta seyð ímillum oyggjarnar uttan at hava fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til tað. Hetta er ein roynd at forða fyri, at deyðiliga seyðasjúkan, ridluskriði, skal breiða seg kring landið.

 

Tað er ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin ímillum oyggjarnar, og tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð frá djórahaldi við smittandi sjúku. Somuleiðis er tað heldur ikki loyvt at flyta seyð úr einum hagaparti, har ridluskriði er staðfestur – men Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann tó geva undantaksloyvi í slíkum førum.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at oyggjarnar, har ridluskriði er staðfestir, eru Streymoy, Eysturoy og Fugloy. Sostatt hava tey tikið avgerð um, at flutningsloyvi ikki verður givið til at flyta livandi seyði av hesum trimum oyggjunum, heldur ikki hóast tað bara er seyður sum skal drepast.

 

Flutningsloyvið verður framvegis givið til flutning av seyði til hesar oyggjarnar, men seyður fær, sum sagt, ikki flutningsloyvi av teimum aftur. Hinvegin er tað loyvt at flyta livandi seyð ímillum pláss í teimum oyggjum har ridluskriði er staðfestur.

 

Harafturat mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan kortini staðiliga frá øllum óneyðugum flutningi av livandi seyði. Hetta er galdandi fyri allar oyggjarnar, men serliga fyri Streymoynna, Eysturoynna og Fugloynna. Hagarnir, har ridluskriði er staðfestur, hava tó fingið forboð fyri flutningi av seyði av økinum.

 

Annars verður eisini mælt til at fólk, sum ferðast ímillum øki við seyðahaldi, vaska stivlarnar, hvørja ferð tey fara úr einum øki.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at verður loyvi givið til at flyta seyð ígjøgnum Streymoy ella Eysturoy, skal hetta gerast uttan drál, og flutningurin skal vera beinleiðis til djórahaldið, seyðurin skal til.

 

Ridluskriði er so álvarslig sjúka, at allur seyður, sum fær ridluskriða, doyr. Ridluskriði er sera torførur at basa, eitt nú tí at allir smittuvegir eru ikki heilt greiðir enn, umframt at seyður kann verða smittaður, uttan at hava smittuna.

 

Djór kunnu bera smittuna uttan at hava sjúkutekin. Sjúkan kann ikki staðfestast hjá livandi seyði og sjúkueyðkenni síggjast vanliga 2-5 ár eftir at seyðurin er smittaður. Tað ganga ein til seks mánaðir frá tí, at seyðurin fær sjúkutekin til hann doyr.

 

Sjúkuteknini eru, at seyðurin broytir atburð. Seyðurin klórar sær og bítur seg í skinnið, gongulagið broytist og verður skinklut, til hann at enda ikki fær gingið, og liggur so til hann doyr, ofta við herðindum.

 

Fyrsti tilburður av ridluskriða í Føroyum var staðfestur í 1984 og nú er ridluskriði staðfestir í hesum høgum:

 

##med2##

 

Streymoy

 

Skælingshagi, Norðaripartur, Skælingur

 

Skælingshagi, Sunnaripartur, Skælingur

 

Leynahagi, Uttan fyri Húsini, Leynar

 

Ognarhagin, Kvívík

 

Frammi í Haga, Kvívík

 

Heygshagi, Kollafjørður

 

Presthagin, Heimi í Haga, Norðradalur

 

Kongshagi, Úti í Haga, Norðradalur

 

Syðradalshagi, Norðaripartur, Syðradalur (S)

 

Syðradalshagi, Sunnaripartur, Syðradalur (S)

 

Sundshagi, Innaripartur, Sunds bygd

 

Bíggjarhagi, Vestastipartur, Kaldbak

 

Glyvurshagi á Streymoynni

 

Tórshavnar økið

 

Trøð í Streymnesi

 

Eysturoy

 

Skálafjall, Ytripartur

 

Fugloy