Minnast tey 77 dripnu tvey ára dagin eftir Breivik

Í dag eru tvey ár liðin, síðan Anders Behring Breivik beindi fyri 77 fólkum í stjórnargøtuni í Oslo og á summarleguni hjá AUF á Utøya.

Dagurin verður hildin í báðum støðum, og hundraðtals fólk væntast at koma til minningarhaldið.

Klokkan 10 í morgun verða kransar lagdir við stjórnarbygningarnar. Minningargudstænasta verður í Oslo Domkirke klokkan 12. Á Utøya, har 69 fólk doyðu, verður minnisløta klokkan 14.

Breivik varð 24. august í fjør dømdur at sita 21 ár í varðhaldi. Hann situr í fongslinum Ila uttan fyri Oslo.

Kanning, sum Vårt Land hevur skipað fyri, vísir at flestu norðmenn eru ikki ótryggari í dag enn undan álopinum fyri tveimum árum síðan. Bara fimti hvør sigur seg stúra meir enn frammanundan, skrivar Aftenposten.

(Mynd: Holm Morten / Scanpix)