Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár hevði Grønland 591 milliónir krónur í halli í samhandlinum við umheimin, og tað er væl minni enn somu mánaðir í fjør. Fyrra hálvár í fjør innflutu grønlendingar vørur fyri 1,8 milliard krónur, men somu mánaðir í ár var talið nakað oman fyri 1,4 milliard krónur.
Hagstovan í Nuuk sigur, at munurin var 361 milliónir krónur, og at fellandi oljuprísur var høvuðsorsøkin til minkingina.
Samstundis minkaði útflutningurin, ið fyri tað mesta er fiskur og skeljadýr, úr 982 milliónum krónum fyrra hálvár í fjør í 882 milliónir sama tíðarskeið í ár.