Minni og hugleiðingar um míni foreldur, Ida og Jákup Magnussen

Bæði foreldur míni vórðu borin í heim fyri hundrað árum síðani í 1915. Pápi andaðist í 2005, 90 ára gamalur, og mamma andaðist 2003, 88 ára gomul. Í pápasa familju vóru tey seks systkin, tveir beiggjar og fýra systrar. Foreldrini vóru Martin (Leyna-Martin) og Sofía Magnussen í Sørvági. Hjá mammu vóru tvey  systkin, hon og ein beiggi. Foreldur hennara búðu í Hejls, Danmark.


Sum ungur fór pápi mín, sum flest allir dreingir tá, til skips. Og á einum íslandstúri varð hann umvendur, 21 ára gamalur. Um hann longu tá setti sær fyri at læra til prest, veit eg ikki. Í 1939 fer hann til Danmarkar á Haslev Udvidede Højskole. Hann arbeiðir á bóndagørðum at forvinna sær til lívsins uppihald. Orsaka av krígnum sleppur hann ikki heim aftur til Føroyar. Tekur so eitt semestur afturat á háskúlanum í Haslev. Á hesum skeiðinum hittir hann so mammu.



Tey bæði, Ida og Jákup, giftast í 1942 og búgva inni hjá foreldrunum hjá mammu í Hejls, sunnan fyri Vejle. Har eru vit tríggjar systrarnar føddar:  Jytta (1943), Sonja (1944) og Asta (1947). Mær er fortalt, at pápi var til próvtøku í eingilskum til realeksamiu, tann dagin eg varð fødd. Hann var eitt sindur skuffaður yvir at triðja barnið eisini var ein genta, hann ynskti sær sjálvandi ein drong. Hetta er nakað, eg havi fingið at vita frá øðrum, seint í lívinum.



Nú hevði pápi so arbeitt seg fram til eina realeksamiu, so tað næsta var at fáa eitt studentsprógv, skuldi hann á eitt universitet at lesa. Hann fór á Rønde Kursus, har hann kundi fáa prógvið eftir tveimum árum. Hesa tíðina búði hann í Rønde og familjan í Hejls. Um vikuskiftini súkklaði hann javnan langa teinin millum Rønde og Hejls (um 120 km), fyri at vera saman við familjuni. Tá so hesi tvey árini vóru umliðin, kundi pápi eins og hini, sum saman við honum høvdu fingið hvíta húgvu á høvdið, koyra gjøgnum Rønde í hestavogni. Tó var tað bert hann, sum hevði 3 smágentur við sær í vogninum!


Pápi var nú blivin 34 ára gamalur. Tá í tíðini var ein reglugerð, sum segði, at skuldi ein vígast til prest, var evstamarkið 40 ár. So tá eg var tvey ára gomul, fluttu vit frá Hejls til Århus at búgva. Við hjálp frá mammubeiggjanum, eydnaðist tað mammu og pápa at keypa eini lítil nýbygd hús í einum deiligum villakvarteri í norðara partinum av Århus. Hetta var ein perla hjá okkum gentum at vaksa upp í. Tær eldru gingu í skúla og á frítíðarheimi, eg í barnagarði. Mamma arbeiddi sum heimahjálp og pápi læs og undirvísti í fólkaskúlanum síðuleypandi. Tað verður ofta tikið til, at føroyingar eru í flest øllum londum. Húsini hjá okkum lógu við ein gangigøtu, millum tveir størri vegir, og beint yvirav okkum, búði ein føroysk kona, gift donskum manni. Hetta var Mourentsa Poulsen, Skopun. Tey áttu 3 børn, tveir dreingir og eina gentu, javngomul við meg, so vit gjørdust vinkonur, og hava samband enn í dag. Hetta var ein deilig tíð í Århus.



Í 1955 var pápi liðugur at lesa gudfrøði á Århus Universiteti. Eg var tá átta ár og gekk í 2. flokki. Pápi hevur altíð ætlað sær aftur til Føroya, men akkurat tá var einki embæti leyst í Føroyum. Hann fekk starv á Lolland-Falster, og varð vígdur í dómkirkjuni í Maribo, áðrenn hann fylti 41 ár. Vit búðu tó ikki leingi á Lollandi. 9 mánaðir seinni fingu vit børn at vita, at vit skuldu flyta til Føroya. Hetta var í apríl 1957.


Mamma og vit systrarnar høvdu ikki verið í Føroyum fyrr, so ein kann ímynda sær, ta stóru broytingina tað var fyri okkum, og serstakliga fyri mammu, at koma til Viðareiðis í 1957. Tað vóru bert tey fimm húsini á Bakkanum, sum høvdu elektrisitet tá. Menninir skiftust um at seta motorin í gongd, tá tað varð myrkt, og so steðga hann aftur kl. 23 um kvøldið.


Elsta systirin Jytta var tá 13 ára gomul og var hon bert eitt hálvt ár í Føroyum, so fór hon niður at ganga í skúla. Sonja var hálvtannað ár á Viðareiði, so niður at ganga í skúla. Sjálv búði eg fýra og eitt hálvt ár á Viðareiði. Eg fall skjótt til, fylti 10 ár stutt eftir, at vit vóru flutt. Ongin av okkum dugdi eitt føroyskt orð, tá vit fluttu til Føroyar. Vegna mín unga aldur, kom eg rættiliga skjótt eftir tí føroyska. Eg var ongantíð happað, tí eg ikki dugdi málið. Tað skulu børnini á Viðareiði hava alt rós fyri. Kanska kom respektin av, tá vit skuldu lesa danskt hart í skúlanum. Eg krympaði tærnar, tí at lesa danskt ”rætt” helt eg ljóðaði so platt í mun til gøtudanskt, sum hini børnini lósu. Eg kenni tað sum eri eg vaksin upp á Viðareiði, mær dámdi ótrúliga væl. Her var so frítt og markleyst.



Jytta og Sonja búðu og gingu í skúla í Danmark hjá familju og vinfólki. Tá eg var konfirmerað, fór eisini eg á skúlabonk. Eg fór á Rønde Kursus, sum pápi jú kendi væl til.



Mamma og pápi vóru prestafólk á Viðareiði frá apríl 1957 til árskiftið 1963/64. Tey fluttu til Danmarkar  vegna tað, at mamma hevði fingið konstaterað sjúkuna sclerosu. Mett varð, at betri hjálp var at fáa í Danmark. Tey fóru aftur til Århus, har pápi fekk starv í St. Johannes kirke. Vit systrar vóru nú vaksnar og fingu okkara útbúgvingar í Århus. Jytta sum sjúkrasystur, Sonja sum laborantur og eg sum pedagogur.



Lagnur okkara eru líka so ymiskar sum tað, at ongin líkist heilt í útsjónd.



Eitt er víst, bæði mamma og pápi stríddust nógv, fyri at hann kundi fáa sítt ynski, um at blíva prestur, uppfylt. Hetta var eitt kall, hann hevði fingið, tí trúgvi eg eisini, at tá hann aktaði kallinum, legði Guð tingini til rættis fyri tey, at tað eydnaðist. Tað at tey bæði vóru trúgvandi, bar tey gjøgnum nógvar høgar sjógvar.



Vit hava hug at spyrja hví mamma skuldi blíva sjúk, tá tey vóru í besta blóma? Men svar fáa vit ikki, fyrr enn hetta lívið er yvirstaðið. Mamma hevði eitt fantastiskt lyndi. Nær tú spurdi hana hvussu hon hevði tað, fekst tú eitt smíl og eitt svar:”Jamen, jeg har det da gott!” Tí var hon altíð deilig at vera saman við. Mamma skilti føroyskt, men tað danska kendist hon tryggast við. Seinni í lívinum, tá hon noyddist at sita í rullistóli og alt ikki var so ljósareytt, fekst tú sama svar.



Aftaná 7 ár í Århus, og tað vísti seg, at hjálp var ikki so nógv at fáa, ynskti pápi at koma aftur til Føroyar. Tað var í lagi frá mammusa síðu. Tey vóru glað fyri at verða aftur í Føroyum. Tey vóru prestafólk ymsastaðni og endaðu í Kvívík, har pápi fór frá sum 70 ára gamalur í 1985. Tey bygdu sær hús í Kvívík og trivust sera væl har. Vegna sjúkuna hjá mammu, høvdu tey heimahjálp øll árini, og skulu tær hava stóra tøkk fyri gott arbeiði.



Pápi var tríggjar ferðir í Israel, aftaná hann fór frá sum prestur. Hetta var til stóra gleði fyri honum, at uppliva landið har Jesus, sum hann boðaði alt sítt vaksna lív, hevði gingið.



Tey giftust av kærleika, og tey livdu í hjúnarlagi í 62 ár, í upp- og niðurgangstíðum, vóru tey saman. Í dag eru tey saman hjá Jesusi, sum tey settu sítt fulla álit á.



Tey seinastu árini búðu mamma og pápi í einari íbúð í Klaksvík.Tey liggja grivin í kirkjugarðinum í Klaksvík. Á gravsteininum stendur fyri uttan nøvnini hjá teimum : ”Hann er upprisin!” vísandi til, at hetta er gleðiboðskapurin, tey boðaðu, meðan tey livdu!