Henda dag hava blómur verið lagdar á støðini, har ferðluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, eru hendar. Eisini hevur evnið verið tikið upp í kirkjum og samkomum, og í ár verður skipað fyri, at tøgn verður hildin í ein minutt, tá ið 1. deildardystirnir í fótbólti byrja sunnudagin hin 7. juli.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrjga og fáa okkum øll at steðga upp eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma.