Fyrsti sunnudagur í november er, sum øllum kunnugt, Alla Halganna sunnudagur. Flestu kirkjurnar í Føroyum minnast hendan dagin tey fólk, sum doyðu á sjónum í farna árinum.
Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíka gudstænastu á fyrsta sinni í nov. 97. Undirtøkan var so góð, at vit valdu at gera hetta sum ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast deyða barn sítt ? óansæð og í hvørjum sambandi barnið var deytt.
Felagið Pinkubarnadeyði kann á 6. ári bjóða foreldrum og avvarðandi til minningarhald sunnudagin 3. nov. annaðhvørt í Dómkirkjuni í Havn ella í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
Saman við børnunum í familjuni ? tey sum vóru og tey, sum eru komin ? minnast vit tey deyðu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan. Einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
Minningarhald verða Alla Halganna sunnudag 3. nov. kl. 16.00 á hesum støðum. Dómkirkjan: (Havnar kirkja) har Inga Poulsen Dam, sóknarprestur prædikar og Signar í Homrum luttekur við sangi og í Christianskirkjuni í Klaksvík, har Hans Eiler Hammer, sóknarprestur prædikar og kór undir leiðslu við Steinvør Fonn luttekur við sangi.
Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta við altargongd. Tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt ljós, fyri tí barni, ið farið er og fyri at vísa kærleika, ið ongantíð verður gloymdur.
Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Henda sterka kenslan av felagslagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi frið og møguleika at minnast og dvølja við kærleikan, ið var. Henda dagin minkar kenslan av missinum ikki, men tað er hinvegin ongin, sum heldur, at minnini oyðileggja lív foreldranna. Við at tora, at minnast tey deyðu, ásanna vit bert, at hóast stóra sorg, megna vit at halda fast við trúnna, vónina og kærleikan.
Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leygardag í hvørjum mánaða. Her hevur tú møguleika at hitta onnur foreldur, ið hava mist eitt barn. Leygardagin 9. nov. kemur Heri Joensen, prestur, at tosa um evnið: Lívsvirðir eftir tú hevur mist eitt barn. Øll, ið hava áhuga í evninum eru hjartaliga vælkomin.