Minningarorð løgmans um Atla P. Dam

Ikki vardi tað meg sunnukvøldið, at Atli og eg høvdu okkara seinastu samrøðu. Tí komu boðini mánakvøldið um, at Atli var deyður, sera dátt við.

Við hesum endar eitt tíðarskeið í politisku søgu Føroya ? eitt skeið eyðkent av stórum broytingum og stórum framburði. Men eisini eitt skeið við ógvusligum búskaparligum og politiskum brotasjógvum.
Lívið hjá politikaranum og menniskjanum Atla Dam var óvanliga virksamt, hugsjónarligt og politiskt ríkt.
Atli Pæturssonur Dam, ella Atli, sum vit øll róptu hann, varð føddur á Tvøroyri í 1932. Foreldrini vóru Ragnhild og Petur Mohr Dam, ið tvær ferðir var Føroya løgmaður. Atli vaks soleiðis upp í einum sera virknum politiskum umhvørvi á Tvøroyri ? javnaðarháborgin, har verkamannarørslan hevði tikið stór og tung tøk við glæsiligum úrsliti.
Atli fekk sær útbúgving sum maskinverkfrøðingur og starvaðist í Kuwait, tá boð vóru eftir honum at gerast landsstýrismaður. Hetta var við ársbyrjan í 1970, og her byrjar hansara sera virkna og drúgva politiska lívsleið.
Longu í desember sama ár gjørdist hann løgmaður. Atli var Føroya løgmaður í samanlagt 16 ár, og tvær ferðir varð hann valdur á Fólkating.
Borgarliga starv hansara var at vera stjóri í Føroya Realkreditstovni.
Hugsjónarliga var Atli sosialdemokratur um ein háls. Hansara fremsta mál var Føroyar sum vælferðarsamfelag - á sama støði sum grannalondini. Tí var neyðugt við stórum og djúptøknum samfelagsbroytingum.
Hann var visionerur og væl frammanfyri sína tíð. Við sínum góðu samstarvsevnum og við stórari arbeiðsorku fekk hann framt sín politikk á flestu økjum.
Føroyar vórðu nútíðmansgjørdar og kundu eftir fáum árum teljast millum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.
Eingin einstakur politikari í nýggjari tíð hevur sum Atli sett sín dám á okkara samfelag.
Atli var tiltikin samráðingarleiðari. Hann stóð á odda í samráðingunum við ES og mongu fiskiveiðuavtalunum í 70?árunum. Sum fáur dugdi hann at síggja, nær rætt var at halda fast, og nær stund var at slaka. Hansara framúr analytisku evni vóru sera hent í samráðingum við útlendskar samráðingarnevndir.
Ein varði, ið kemur at standa yvir avrikini hjá Atla Dam, er undirgrundaravtalan við danir, ið gav okkum rættindini til ráevnini í føroysku undirgrundini. Avtalan prógvaði, at hansara grundleggjandi áskoðan á ríkisfelagskapin var røtt. At tá tað kemur til skarpskeringar, ber til at vinna alt við samráðingum. Her var talan um satt statsmanskynstur.
Atli vann sær stóra virðing hjá mótstøðumonnum eins og hjá viðhaldsmonnum. Tí Atli helt orð, hann var sera vitugur, dugdi væl at argumentera, var áhaldin og erligur. Og ikki vóru tað fá vinarløg, hann vann sær úti og heima.
Sum løgmaður og sum floksformaður spardi Atli seg ikki, samstundis sum hann mangan var í hørðum andgletti ? ikki minst tá kreppan herjaði sum ringast.
Atli goymdi nógvar mótsetningar í sær, sum vit, sum kendu hann væl, sóu. Hann var sterkur, men eisini kensluborin. Hann var avgjørdur, men samstundis semjusøkjandi. Hann var støðufastur, men opin fyri tí nýggja. Hann hevði fráleika til onnur, men var eisini nærverandi. Hann var álvarsamur, men samstundis skemtingarsamur maður.
Fyri meg persónliga hevði Atli stóran týdning. Hann tordi at vísa mær álit, og hann lærdi meg nógv. Hann var altíð góður í ráðum og legði altíð dent á grundleggjandi virðini í politiska arbeiðinum. Hóast tíðin fyrst í 90?árunum var sera trupul, so kendi eg tað sum ein framíhjárætt at arbeiða saman við tí manni, sum eisini var ein av mínum politisku fyrimyndum.
Seinni gjørdist okkara politiska samstarv eisini til eitt persónligt vinarlag. Eitt vinarlag, sum hóast aldursmun, var grundað á virðing og trúskap. Næstan dagliga kjakaðust vit um politisk evni, og hann var altíð søkjandi eftir úrslitum og loysnum.
Og samrøðan sunnukvøldið var einki undantak, tá hann við stórum áhuga segði sína hugsan um Fólkatingsvalið, sum tað ikki untist honum at uppliva.
Føroyar hava mist ein av sínum stóru synum. Ein statsmann, sum í ríkiligan mun gav landi og fólki av síni ómetaligu orku og góðu evnum.
Sum Petur Mohr Dam so væl yrkti um Janus Djurhuus:

Fagrari flog yvir aldarflóð
veitti ei sonur sínari tjóð

Hugur okkara leitar til næstringar og tey, sum stóðu honum nær.
Vit lýsa frið yvir minnið um hugsjónarmannin, stríðsmannin og partamannin Atla P. Dam.

Jóannis Eidesgaard, løgmaður