Minningarorð um FF-blaðið

Óli Jacobsen

Fyrsta ítøkiliga úrslitið av formansskiftinum í FF er, at FF-blaðið ikki kemur út aftur, og at tey, sum hava goldið haldaragjald fyri 2007, fáa tað afturgoldið. Hervið er ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá FF í mong ár avtikin.
Tað var longu í 1920, at formaður og skrivari í FF, Símun Pauli úr Konoy og Rasmus á Háskúlanum, mettu tað at hava stóran týdning, at felagið hevði eitt blað, sum kundi lýsa felagið úteftir. Úrslitið gjørdist FF-blaðið, sum kom út hvørja viku í 7 ár, inntil tað steðgaði vegna innanhýsis ósemju í felagnum.
Í 50-unum og 60-unum kom Fiskimannablaðið út nakrar ferðir, tó mest fyrstu árini. Tá eg gjørdist formaður í 1971 fór FF aftur undir FF-blaðið, tó nakað óregluliga fyrstu árini.
Síðan 1991 er FF-blaðið tó komið út regluliga 2. hvørja viku. Fystu 10 árini við Vilmundi Jacobsen sum blaðstjóra, og síðan havi eg sjálvur verið blaðstjóri og havi skrivað og útvegað meginpartin av tilfarinum.
FF-blaðið hevur øll hesi árini verið andlitið hjá FF úteftir. Roynt hevur verið at skapa eitt alment blað av áhuga hjá øllum borgarum, og hevur hetta fyri ein stóran part eydnast. Blaðið er komið rættiliga víða, m.a. eisini til skúlar og almennar stovnar.
Blaðið hevur fyrst og fremst lagt dent á felags- og fiskivinnutíðindi, og er tað er eisini sent umborð á skipini. Tískil eru fiskimenn regluliga kunnaðir um virksemið hjá felagnum og tess arbeiði fyri at verja teirra áhugamál.
FF-blaðið hevur eisini javnan havt eina óhefta lýsing av politisku skipanini og hevur kunnað víst á hópin av dømum um tað skipaða rættarloysið í landinum, sum er gingið útyvir borgararnar og tess feløgum. Fiskimenn og FF eigur eisini sín ríkiliga part av hesum.

Blaðið hevur skapt virðing fyri Fiskimannafelagnum
Ein týðandi partur av blaðnum hevur verið siðsøguligt tilfar, har størsti dentur hevur verið lagdur á søguna og samleikan hjá fiskimonnum og annars eisini hjá ”vanligum” fólki.
Blaðið hevur havt ein trúgvan lesaraskara, og nærum dagliga hava fólk sagt mær, at tey mettu FF-blaðið sum besta blað í landinum við sínum øðrvísi tilfari í mun til hini bløðini.
Eg havi eisini fingið viðurkenning frá so frægum monnum sum Erlingi Olsen og Thorvald Stoltenberg, sum hava verið millum fremstu politikkarar í Norðanlondum.
Tað er eingin ivi um, at FF-blaðið hevur skapt virðing og vælvild fyri fiskimannafelagnum, og tískil eisini fiskimonnum, millum fólk. Hetta er ikki minst komið til sjóndar í hesum døgum, har fólk í hópatali hava víst mær sín fulla stuðul og óbroytt fult álit.
Ítøkiliga virðið av blaðnum kann kanska ikki gerast upp í krónum, men hetta hevur avgjørt verið stríðið vert.
Arbeiðið við blaðnum hevur eisini givið mær sjálvum nógv. Eg eri komin í samband við ótrúliga nógv fólk, eisini uttanlands, og havi eisini bestu vinir millum hesi.
Vit hava havt nógvar einastandandi frásagnir. Helst tann besta og mest kensluborna var samrøðan við Honnu Ben-Yami um hennnara lív sum týskur jødin undir nasismuni. Hon greiddi frá, hvussu nasistarnir fyrst tóku pápan og síðan mammuna. Ein dagin ringir systirin og sigur, at hon er rýmd undan nasistunum, men rópar so knappliga í telefonini: ”Nú komi teir, eg noyðist at fara”. Tá sigur Hanna í frásøgnini: ”Tá skilti eg, at nú var eg einsamøll eftir”, og hon var so rørd, at hon græt. Hetta var veruliga sum at gerast beinleiðis partur í heimssøguni heima í síni egnu stovu. Henda løtan hevur brent seg inn í mítt minni!
Mín vinskapur við Ben Yami hjúnini førdi tey til Føroyar seinasta summar. Frágreiðingin hjá Menakhem um fiskiskapin undir Føroyum, sum meira útgreinað hevur verið endurgivin í FF-blaðnum, hevur uttan iva hevur verið fiskimonnum til beinleiðis gagn í viðgerðini av fiskidøgum.

Einsrætting av samfelagnum
FF-blaðið hevur sum einasta blað tosað ”Roma mitt imot”. Hetta hevur verið so beinrakið, at ”almennu Føroyar” hava roynt at tiga blaðið í hel. Kortini er tað óalment fleiri ferðir váttað, at ”almenna skipanin” hevur havt respekt fyri blaðnum, og hevur tað eisini vist hava sína ávirkan í mun til um blaðið ikki var.
Tað er eingin ivi um, at Føroyar gerast eitt meira og meira einsrættað samfelag, sum vit eisini hava víst á. T.d. vísa royndirnar av FF-blaðnum, at tað gerst meira og meira trupult at geva út eitt samfelagskritiskt blað í Føroyum.
Eitt týðiligt tekin um hetta er, at tað hevur gingist verri og verri at fáa lýsingar, og uttan lýsingar kemur einki blað út.
Men her vil eg serliga takka Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað hevur øll árini havt hvørja ta einastu lýsing í FF-blaðnum eisini. Eg havi ikki viljað takkað teimum alment fyrr enn nú, so hevði nokk onkur gripið inn! Tað sama er at siga um SEV, sum skal fáa somu tøkk. Eg vil annars fegin takka øllum teimum lýsarum, sum hava hildið á til endan.
Hinvegin hava stovnar sum Løgmanskrivstovan og Toll og Skatt, sum upprunaliga lýstu í blaðnum, greitt avgjørt at boykotta blaðið við at steðga sínum lýsingum. Eg heitti seinasta heyst á aðalráðini um at gera ein lýsingarpolitikk, so almennu lýsingarnar vóru meira javnt býttar millum bløðini. Úrslitið tað beint mótsetta!
Eitt tað størsta vónbrotið er, at tað sama hevur verið galdani fyri Vinnuhúsið, hóast vit sum einasti miðil, tá á hevur staðið, hava vart eisini teirra sjónarmið t.d. í ætlanunum um almennu ”ræningina” av ALS.

Stuðlarnir verða ikki við sviðið so
Regluliga útgávan av FF-blaðnum kom at fevna um 15 ár og 383 bløð nú tað gevst. Hetta vísir, at felagið hevur havt ein førleika fram til formansskiftið, sum tað eisini hevði so langt aftur sum í 1920, men sum tað ikki hevur í dag. Ein førleiki, sum fiskimenn hvørki virðismettu tá ella nú.
Eg veit, at tey verða mong, sum koma at sakna FF-blaðið. Men tey verða kortini ikki heilt snýtt. Í FF-blaðnum náddi eg at hava fimm partar av hugtakandi søguni hjá 100 ára gamla fiskimanninum Andrias í Tarti í Oyndarfirði, og hevur henda frásøgnin verið stak væl umtókt. Tríggir partar eru eftir, og teir verða prentaðir í Sosialinum. Hvat annars verður kemur tíðin at vísa.
Á hendan hátt vóni eg framvegis at hava samband við tey, sum hava virðismett blaðið.
Eg vil eisini takka teimum hjartaliga sum so ella so hava víst hetta í orði og verki.