Minningarorð um Jónhild Petersen í Sandavági

Ikki vardi tað okkum, tá vit sóu fløggini veitra í hálvari stong hendan vakra sunnumorgunin tann 30. august, at boð høvdu verið eftir Jónhild kvøldið fyri.

Bygdarfólkið hevði júst hildið summardag og heilsað heystinum vælkomið við øllum tí, ið tað hevur at bjóða. Men rætt var, fløggini veitraðu fyri okkaru góðu vinkonu, Jónhild, sum alt ov ung fekk álvarsama sjúku. Tolin sum hon var, bar hon sjúkuna og misti ikki mótið, men tók hvønn dagin, sum hann lagaði seg. Men sjúkan gjørdi nógv um seg og eftir stutta sjúkratíð, vórðu hennara dagar á foldum taldir.


Jónhild hevur verið ein av okkum nýggju í bindiklubbanum í nógv ár. Vit minnast aftur á hugnaligar løtur, har tosað varð bæði um gama og álvara, og har vit skemtaðu og flentu í ovfarakæti eftir onkrum, sum vit kanska sjálvar høvdu gjørt ella upplivað. Vit minnast tær hugnaligu løtur í hennara heimi uppi á Steig, har vit merktu, hvussu væl Jónhild dámdi at hava bindiklubba og varta okkum upp. Vit minnast jólabindiklubbarnar, sum nakað serligt, tá vit sum børn, við stjørnum í eygunum, royndu at finna út av, hvør hevði mandluna.


Jónhild var still og frintlig og altíð við tí góða orðinum; talaði ongantíð ilt um nakran. Vit merktu, hvussu góð hon var við síni; mannin, børnini, ommubørnini, versonin og systrarnar Hon fylgdi væl við, tá Annfinnur og dreingirnir vóru til skips, hvar teir vóru og hvussu nógv teir fiskaðu. Dótturina, Kristiannu var hon sera góð við og stolt av. Vit merktu eisini, at Kristianna hevði umsorgan fyri mammu síni. Jónhild tosaði nógv um ommubørnini, og henni dámdi væl at hava tey rundan um seg. Tá vit vóru uppi hjá Jónhild, var tað ofta at hon, við einum blíðum eygnabrái, segði, tá vit fingu onkra sjálvtsama góða køku, at Kristianna hevur bakað.


Veðrið var av tí fagrasta, ikki ein ond rørdist, hendan dagin, Jónhild varð løgd til hvíldar her á foldum. Soleiðis, sum hesin dagurin var, soleiðis var Jónhild eisini sjálv, still, mild og góð.


Tað kennist tómligt, nú hennara stólur stendur tómur. Fyrstu ferð vit møttust aftur aftan á at Jónhild var farin, hildu vit eina stilla løtu til minnis um okkara góðu vinkonu.


Hvíl í friði góða Jónhild.


Bindiklubburin