Sámal var føddur á Norðoyri tann 5. apríl 1909. Foreldur hansara vóru Malena, dóttur Karin og Sámal Jákup Høgnesen, bónda í Niðristovu á Norðoyri og Kristoffur Jacobsen, vanliga nevndur Oyra-Kristoffur, sum var sonur Marin Malenu Ziska úr Klaksvík og Høgna-Jákup, ið eisini varð róptur Gøtu-Jákup, og sum navnið sigur, var hann ættaður úr Gøtu. Marin Malena og Gøtu-Jákup settu búgv Millum Garðarnar. Tað er beint norðan fyri bygdina á Norðoyri.
Foreldur Sámals, Malena og Oyra-Kristoffur, settu búgv á Vágsheygnum. Tey áttu fimm synir og Sámal var elstur av børnunum. Næstelstur var Jacob, sum er tann einasti av børnunum hjá Malenu og Kristoffur, ið enn er á lívi. Tey seinastu nógvu árini hevur Jacob búð í Havn. Síðani vóru teir Karl Jacob, sum í 1967 fekk sær eftirnavnið Ósa, Mourits, ið varð búgvandi í barnaheiminum á Vágsheygnum og yngstur var Lavus. Hann giftist og búsettist í Aalesund í Noreg har hann doyði av ferðsluvanlukku í 1963.
Ommurnar og abbarnir hjá Sámali búðu sum nevnt á Norðoyri. Ávikavist í húsinum Millum Garðarnar og í Niðristovu á Norðoyri. Í hesum umhvørvinum sleit Sámal sínar barnaskógvar og har hevði hann eisini sín uppvøkstur. Í 1929 giftist Sámal við Honnu Jacobsen - Honnu í Búðunum í Klaksvík. Hon var dóttur Sigrid, ættað úr Króki á Sandi, og Johannes Jacobsen, vanliga nevndur Johannes í Búðinum í Klaksvík. Hanna og omma mín vóru systrar. Hanna var gumma mín og Sámal var gubbi mín. Upprunaliga æt hann Sámal Jákup Jacobsen, uppkallaður eftir báðum abbunum, men í 1946 fekk hann sær eftirnavnið Heldarskarð, sum er eitt staðarnavn í haganum á Norðoyri.
Hanna og Sámal fingu seks børn. Tey vóru Hans, Karin, Sigrid, Martin, Nanna og Vagn. Tey vóru øll búsett í Klaksvík, uttan Sigrid, sum er gift í Danmark og búsitandi á Amager. Tað var ein dyggur smeitur fyri Sámal tá hann í 1983 misti konuna Hannu. Og í 1998 var mótgangurin hjá Sámali rættuliga harður. Tá misti hann bæði tey elstu børnini, Hans og Karin, sum doyðu av sjúku í góðum árum. Tað var lítið meira enn eitt hálvt ár ímillum at tey bæði fóru. Hans doyði í mars og Karin í november. Hetta sama árið fór heilsan hjá Sámali sjálvum eisini at bila, men kortini var hann heilt byrgur aftur, áðrenn hann í fjør gjørdist álvarsliga sjúkur.
Blaðungur fór Sámal til skips og sum heilt ungur tók hann skiparaprógv á sjómansskúlanum í Havn. Hann tók fyrst breiddina og nakað seinni tók hann eisini longdina.. Eftir hetta sigldi hann alt lívið ávikavist sum skipari og stýrimaður. Millum tey skipini hann sigldi við, kunnu vit nevna Gudrun, Polarfarið, Atlantsfarið, Polarstjørnuna, Vesturvík og Viðoy. Heilt ungur var hann stýrimaður á Polarfarinum við Gudda á Dalinum sum skipara, hann var stýrmaður og skipari á Atlantsfarinum í fleiri ár, serliga var hann skipari á Atlantsfarinum øll bardagaárini, og seinni var hann stýrimaður á Polarstjørnuni við Palla hjá Marionnu sum skipara, á Vesturvík við Vilhelm á Syðradali sum skipara og Viðoy við Richard hjá Jóan Jakku sum skipara. Tá Sámal var stýrimaður á Atlantsfarinum, var tað við Jógvan í Brekkuni - Billu-Jógvan sum skipara.
Nøkur tíðarskeið hevur Sámal eisini verið útróðrarmaður. Hjá honum var tað sum hjá so nógvum føroyskum sjómonnum, at teir vóru til skipsfiskiskap í summarhálvárinum og róðu út í vetrahálvárinum. Tíðliga í tíðini róði hann út við Grunningi, har abbi mín, Líggjas í Horni var bátsformaður, seinni róði hann út við Støðini har pápi mín Bethuel var skipari og fleiri vetrar róði hann út við systkinabørnunum av Norðoyri, Jacob Andreas, Kristian og Karl Høgnesen við Brattenni. Seinni, tá hann var umleið 75 - 80 ára gamal róði hann út við lítla dekksbátinum Birtha saman við Magnus Paula Hansen, vanliga nevndur Palli hjá Baltasu ella Streymnes-Palli. Hann var ættaður úr Streymnesi og átti nevnda deksbátin.
Eisini kunnu vit nevna, at Sámal í eitt áramál var trolaramaður og sigldi hann m. a. við trolaranum Urd, har hann var stýrimaður hjá tí navnframa trolaraskiparanum Mortan í Hvannasundi. Sámal var við eystri í hvíthavinum tá Mortan gjørdist sjúkur og doyði. Tá tók Sámal við sum skipari á Urd. Hann var stýrimaður á gøtutrolaranum Trónda í Gøtu og stýrimaður og skipari á trolaranum Barmi, sum var heimahoyrandi í Klaksvík. Eg minnist eisini at Sámal sigldi við bretska trolaranum "Prince Charles". Øll bardagaárini sigldi Sámal sum skipari á Atlantsfarinum. Hetta var vandasigling millum minir, kavbátar og flogfør. Siglt varð við fiski, sum ofta varð tikin umborð í Íslandi og landaður í Bretlandi.
Sámal var maður, ið hevði upplivað heilt óvanliga nógv, bæði á sjógvi og landi, og serstakliga á sjónum. Hann hevði eitt framúr gott minni og dugdi sera væl at siga frá. Tey flestu eiga at minnast samrøðurnar útvarpið hevði við hann fyri nøkrum árum síðani. Sendirøðin bar heitið "Úr bóndans stovu á havsins bylgju". Hetta vóru sera áhugaverdar sendingar í lýstu barnaárini og uppvøksturin Millum Garðarnar og í Niðristovu á Norðoyri og meginpartin av hansara lívssøgu á sjónum. Ein fjøllbroytt, ógvuliga áhugaverd og sera spennandi lívssøga.
Øll tey, sum kendu Sámal, serstakliga allir teir, ið høvdu verið til sjós saman við honum, vita, at hann var eitt satt reystmenni. Ein framúr góður, ógvuliga dugnaligur og sera skilagóður sjómaður. Hann var altíð arbeiðssamur og ágrýtin. Hann var sterkur bæði til likams og sálar. Á yngri árum og langt uppí ellisárini var hann av raskastu monnum og hevði dirvi og áræði sum fáur. Fleiri dømir eru um hansara styrki og hansara dirvi øll tey mongu árini hann var á sjónum.
Eitt talandi dømi um hansara sálarligu styrki, var hendingin, tá hann sá vandan fyri, at skipið hann var við, Atlantsfarið, skuldi koma út fyri einum loftálopi. Tá fekk Sámal sær eitt tveypundslodd í hvønn lumman. Hann vildi søkka beinan vegin, heldur enn at liggja hjálparleysur á sjónum, uttan nakran møguleika fyri bjarging. Eitt dømi um hansara likamligu styrki, var hendingin tá hann slerdi út av sama skipi eina ódnarnátt og bjargaði sær innanborða aftur, uttan hjálp frá nøkrum øðrum. Eitt satt bragd sum fáur annar hevði megnað at útint.
Sostatt var tað eitt satt reystmenni, ein sannur úrmælingur, sum legði árarnar inn tann 19. mars í ár. Vit eru mong, ið sakna Sámal, men sjálvandi er saknurin størstur hjá tykkum børnunum og næstringum tykkara, ið hava mist ein góðan pápa, verpápa, abba og langabba. Harrin troysti og styrki tykkum í sorgini og sakninum. Góði Sámal gubbi! Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um teg. At enda skal eg endurgeva orðið, sum stóð á sangblaðnum til jarðarferð tína: "Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr." (Jóh. 11,25). Harrin goymi sál tína.
??????????????????????
Klaksvík, 29. juni 2002.
Vilhelm Johannesen