Holocaust-savnið ella Yad Vashem, sum tað eitur á hebraiskum, er ætlað at minna heimin á milliónirnar av jødum, sigoynarum, samkyndum og øðrum, sum týska nazistýrið týndi undir seinna heimsbardaga. Men tá savnið lat upp fyrradagin, varð gjørt greitt, at savnið er ikki bara ein minnisvarði yvir tey deyðu.
-Tann týdningarmesta uppgávan hjá savninum er at ávara um, at slíkt skal ikki endurtaka seg. Hetta er ein minnisvarði fyri frantíðina, segði Kofi Annan, ST-aðalskrivari, undir hátíðarhaldinum.
Fleiri leiðandi politikarar vístu á, at hugsjónin aftan fyri Holocaust-savnið er, at upplýsing og skil skulu forða fyri, at tað, sum hendi undir seinna heimsbardaga, kann endurtaka seg.