Minst fimm fólk eru deyð eftir eina flogvanlukku á Miami International Airport í amerikanska statinum Florida.
Tað upplýsir Daniella Levine Cava, borgarstjóri í Miami-Dade County, á tíðindafundi, sambært BBC.
– Vit kunnu vátta, at minst fimm fólk eru deyð, sigur hon.
Fleiri fólk eru flutt á sjúkrahús. Sambært borgarstjóranum eru minst fimm fólk løstað.
Raied Jadallah, leiðari fyri sløkkiliðið í Miami, upplýsir, at trý teirra eru álvarsliga løstað og flutt á eitt traumamiðstøð. Tvey onnur eru innløgd á sjúkrahús.
Vanlukkan hendi, tá eitt flutningsflogfar fór ov langt eftir lending og endaði uttan fyri lendingarbreytina.
Sambært BBC er talan um eitt Boeing 767-flogfar, sum Amazon eigur og brúkar til vøruflutning.
CBS News upplýsir, at flogfarið rakti fleiri akfør í sambandi við vanlukkuna.
##med2##
Upptøkur av staðnum vísa flogfarið nær við ein nógv trafikeraðan veg og tjúkkan, svartan royk stíga upp frá tí. Sambært lokalu myndugleikunum kom eldur í flogfarið í sambandi við vanlukkuna, skrivar BBC.
Altjóða flogvøllurin í Miami steðgaði í kvøld øllum fráferðum eftir vanlukkuna.
Amerikanski samferðslumálaráðharrin, Sean Duffy, skrivar á X, at ferðafólk mugu rokna við seinkingum og møguliga avlýsingum.
RITZAU












