Bjargingararbeiðið er framvegis í gongd, og óttast verður, at talið av deyðum fer at vaksa.
Tað upplýsir leiðarin fyri hernaðarfyrisitingina í Kyiv, Tymur Tkatjenko, sambært AFP.
Sambært honum eru fimm børn millum tey særdu.
Bjargingarfólk leita framvegis í húsaleivdunum eftir fólki, sum kunnu vera innisperrað.
Í býarpartinum Podilskyj eru minst tvey fólk funnin deyð í leivdunum av einum illa skaddum íbúðarbygningi. Fleiri íbúðarhús og aðrir bygningar eru eisini raktir.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at bjargingarfólk hava bjargað fleiri fólkum úr teimum skaddu bygningunum.
Millum annað vórðu tríggjar kvinnur og seks børn tikin niður av ovastu hæddunum í einum bygningi, sum partvíst var rapaður saman.
Í Darnytskyj-býarpartinum lótu tvey fólk lív, tá leivdir frá einari dronu raktu ein 25 hæddir høgan íbúðarbygning. Har er eisini eldur komin í ein annan bygning við 30 hæddum.
Hetta er aðru ferð innan eina viku, at russisk álop elva til stórt mannfall í Kyiv. Seinasta hóskvøld lótu minst 30 fólk lív í álopum á býin.
Samtíðis hevur Ukraina í nátt framt álop á russisk-kontrollerað øki á Krim-hálvoynni. Sambært guvernørinum í Sevastopol førdu álopini til streymslit eftir skaðar á orkuundirstøðukervi.
Ukraina hevur seinastu vikurnar í vaksandi mun lagt áherðslu á at raka russisk orkuanlegg og undirstøðukervi fyri at gera russisku krígsmaskinuna veikari.
##med2##
Kelda: Ritzau/AFP/Reuters.











