Minsti laksaprísurin í sjey ár

Norskir lakaaalalar fáa nú minni enn 20 norskar krónur fyri kilo, og tað er minni enn helvtin av tí, sum teir fingu fyri laksin fyri einum hálvum ári síðani.

Tað vísa príshagtøl hjá Fish Pool, skrivar Bergens Tidende, og sambært blaðnum er hetta tann ringasti laksaprísurin síðani á heysti í 2004. Um orsøkina til prísfallið verður sagt, at størri framleiðsla í Noregi kann vera ein orsøk, samstundis sum gongd er komin á alingina í Kili.

Bergens Tidende heldur tað vera sannlíkt, at øll alivinnan missir pengar, so leingi laksaprísurin er niðan fyri 20 norskar krónur fyri kilo.