Miriam tekur nakinmyndir: – Skomm er ein kvinnulig kensla

Í HON blaðnum, sum kemur í hvørt hús í landunum í mikudagin, er long samrøða við myndakvinnuna Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum seinastu árini hevur hugsavnað seg um at taka nakinmyndir av føroyskum kvinnum.

 

 

–Eg skal ikki skammast við vakurleikan, eg havi sum kvinna ella hava ringa samvitsku av ymiskum orsøkum, men heldur verða stolt av tí feminima, sigur Miriam Gunnarsson.

 

 

Hóast tað er tørført at orða, so veit hon, at nakinmyndirnar nerta við djúpar kenslur hjá mongum, og hon hevur ofta fingið viðmerkingar um júst hendan vakurleikan, ið er so torførur at lýsa.

 

 

Tað er torført hjá Miriam at svara uppá spurningin, hvat tað ger fyri eina kvinnu at taka slíkar myndir. Hon greiðir frá, at ein partur av tí óivað er at virka ímóti skommkensluni, ið nógvar kvinnur ganga við.

 

 

– Tað er nakað, sum nógvir menn hava torført við at skilja, tí tað er eitt slag av kvinnuligari kenslu, sum fleiri kvinnur ganga við í langa tíð. Á ein ella annan hátt er hetta kvinnur, ið gera upp við okkurt á myndunum, sigur hon.

 

 

Les alla samrøðuna í HON blaðnum, sum verður borðið út í morgin. Í blaðnum eru eisini myndir, sum Miriam hevur tikið.