Mirko Vučin heldur fyri fyrstu ferð um stýrisvølin

Ættarliðsskifti er á skránni hjá Montenegro, sum roknar við torførari avbjóðing á graslíkinum

Hetta verður ikki lætt. Eg havi fleiri ferðir áður sjálvur spælt í Føroyum, og tað er torført. Um vit skulu hava møguleika at vinna undir treytunum, sum eru heilt øðrvísi her, enn vit eru vanir við heima, so er neyðugt, at vit halda bóltin á vøllinum og ikki spæla við longum og høgum sendingum. Um vit ikki megna tað, so verður talan um nógvar duellir, og so verður tað eftir treytunum hjá heimaliðnum.

 

Í kvøld klokkan 19.45 verður HM undankappingardystur á Tórsvølli millum Føroyar og Montenegro, og tað er nýggi venjarin hjá Montenegro Mirko Vučin, sum úttalar seg í heimligu pressuni millum annað soleiðis, sum tað omanfyri er endurgivið.

 

25. mars vann Montenegro 1-0 á heimavølli ímóti Føroyum. Sigursmálið varð skorað við síðsta sparkinum í dystinum. Síðani tá hevur Montenegro tapt tríggjar HM undankappingardystir – 2-0 á heimavølli og útivølli ímóti Kekkia og 4-0 á útivølli ímóti Kroatia.

 

Vánaliga gongdin hevur havt við sær, at venjarin er skiftur út. Gamli stórspælarin Robert Prosinecki er givin, og Mirko Vučin er nýggjur venjari. Hann er ógvuliga kendur spælari í heimlandinum, har hann í síni tíð var liðformaður á landsliðnum, og sum hevur verið hjálparvenjari, áðrenn hann nú fekk ábyrgdina av liðnum.

 

Talan hevur bara verið um fáar venjingar undan ferðini til Føroyar, men spælararnir siga við heimligu pressuna, at tað er munur á tí, sum nú er og tí, sum hevur verið:

 

-Boðini frá venjaranum eru greiðari, vit tosa meiri um tingini, og liðið er betri skipað, og vit vita meiri um, hvørjar ætlanirnar eru, enn vit hava gjørt, eru fleiri spælarar endurgivnir fyri at siga.

 

Á Tórsvølli verður fyrsta takið í nýggjari byrjan. Málið er at Montenegro í heyst og í Nations league kappingini í 2026 skal menna lið, sum í 2027 av álvara fer at bjóða seg fram í EM undankappingini, har málið verður EM endaspælið í Bretlandi og Írlandi í 2028.

 

Fleiri spælarar, sum hava verið fastir menn á liðnum, eru ikki tøkir í kvøld, tí teir eru skaddir. Millum hesar eru Adam Marušić, Igor Vujačić og liðformaðurin Stefan Lončar.

 

-Vit iðra okkum um, at hesir ikki eru tøkir, men tað kunnu vit einki gera við. Hetta er høvi at geva nýggjum spælarum møguleikan at vísa, at teir eiga at vera partur av liðnum, nú vit hava fokus á at vinna í kvøld og harvið taka stórt fet fram ímóti triðja plássinum í bólkinum, og at teir eiga at vera við, tá ið vit nú fara undir fyrireikingar til nýggjar avbjóðingar, sigur nýggi landsliðsvenjarin.

 

Millum nýggju spælararnar eru ungi Juventus spælarin Vasilije Adžić, sum hevur verið á beinkinum, og sum í kvøld fer at eiga stóran leiklut, og so Andrej Bajović and Marko Šimun, sum spæla í heimligu kappingini.

 

-Tað er vindur, og tað er kalt her í Føroyum, og í kvøld fara vit at spæla á graslíki. Hetta er alt øðrvísi enn tað, sum vit eru vanir við, men soleiðis eru treytirnar, og vit hava fokus á at vinna, sigur Mirko Vučin.