Valur vann stórsigur á oddaliðnum

Allan Norðberg og liðfelagarnir nærkast oddinum

Fyri nøkrum vikum síðani hevði tað verið talan um eina føroyingauppgerð millum tvey lið við tveimum føroyingum á hvørjum liði. Men bert ein føroyingur var á vøllinum, tá Valur hóskvøldið tók ímóti oddaliðnum, Afturelding í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Hallur Árason og Sveinur Olafsson hjá Afturelding, og Bjarni í Selvindi vóru allir uttanfyri við skaða, tá Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu stórsigur 35-25 á Afturelding. Í steðginum var Valur á odda við fimm málum, 16-11.

 

Allan skoraði trý mál.

 

Valur er triðfremst í deildini við átta stigum fyri átta stigum. Afturelding er fremst í deildini við 10 stigum. 

 

Komandi hóskvøld spælir Valur dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Allani, KA á Akureyri.