Misti koyrikortið í hálvtannað ár

Ungi maðurin, sum í oktober 2011 rendi inn í ein barnaflokk frá Barnagarðinum Millum Gilja slapp rættiliga snikkaleysur frá hendingini. Hann skal nevniliga ikki inn at sita.

Dómurin ljóðaði upp á treytaða fongsulsrevsing í hálvt ár, har treytin er, at maðurin einki ólógligt skal gera í tvey ár.

Ein stórur partur av revsingini er, at maðurin missir koyrikortið í hálvtannað ár.

Maðurin skal vera undir eftirliti av kriminalforsorgini í eitt ár, og gera samfelagstænastu í tilsamans 100 tímar.

Somuleiðis skal maðurin rinda sakarmálskostnaðin.

Tað var staðfest í rættinum, at maðurin ikki hevur koyrt undir 70 km/t hendan týsdagin, 18. oktober um 12.20 tíðina, tá hann rakti seks børn frá Barnagarðinum Millum Gilja. Serliga tvey børn vórðu illa skadd, men tey eru nú komin fyri seg aftur.

Maðurin hevði bert havt koyrikort í eina snøgga viku, tá ferðsluvanlukkan hendi.