Mistu høvdið

Tær vóru í kjallaranum. Í trý korter hevði VB so ruddiliga takið á Stjørnuni, men seinasta korterið gekk alt galið, og Rannvá Johannesen hevði ilt við at seta orð á, júst hvat tað var, sum hendi.

- Eg veit ikki. Men seinasta korterið vil einki rigga hjá okkum. Tær koma bara tættari og tættari, og tá vit so eisini fáa eina útvísing, gerst tað enn tyngri hjá okkum.

Seinast móti Stjørnuni togaðu tær eisini nógv inn í seinna hálvleiki, og móti Tjaldri skrædnaði av álvara eftir steðgin. Er orkan nóg góð hjá tykkum?

- Móti Tjaldri haldi eg nú, at tað var galið alla tíðina. Men jú, orkan er nóg góð. Eg haldi heldur, at tað snýr seg um, at vit skulu vera meira klárar í høvdinum, tí vit vita jú av, at Stjørnan stríðist til tað seinasta.

Vinnur Tjaldur sín dyst í morgin, eru tær bara tvey stig aftan fyri tykkum. Er tað eitt trýst, sum tit nú merkja?

- Tað haldi eg ikki. Vit eru framvegis framman fyri Tjaldur, og tað eru fyrst og fremst vit sjálvar, sum gera av, um vit skulu røkka finaluni ella ikki, sigur Rannvá Johannesen.