Mistu miljónir tá russar ikki bunkraðu 

- Við verandi gongd verður hetta enn eitt ár, har skipatalið á Fuglafirði kemur uppaftur á 1000 - ella har umleið, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted.

Fuglafjørður er stór skipahavn. Í 2017 eksploderaði talið av skipum, sum tá kom upp á 1051.

Higartil í ár hevur Fuglafjarðar havn havt nógvar skipavitjanir.

- Árið higartil teknar seg væl. Her hava verið nógv skip, ikki minst føroysk, men eisini fleiri útlendsk. Tað er serliga svartkjaftur, sum skipini hava verið við. Vit hava eisini havt nógv fleiri bunkringar higartil í ár enn í fjør. 

Tað sigur havnarmeistarin hjá Fuglafjarðar havn, Rólant Højsted. Hann vísir á, at teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevði Fuglafarðar havn 411 skip í mun til 386 somu tíð árið fyri. 

Rólant Højsted vísir á, at til og við 2016 plagdu tey at hava umleið 800 skip á Fuglafirði um árið, men í 2017 eksploderaði talið av skipum, tá skipatalið kom upp á heili 1051, sum tá var tað mesta í nýggjari tíð og helst tað mesta yvirhøvur. 

Hann vísir á, at vøksturin árini 2016 til 2017 var 280 skip.

- Í 2016 høvdu vit 771 skip, og sum nevnt endaðu vit á 1051 skipum í 2017, sigur havnarmeistarin, sum vísir á, at árini við koronu minkaði talið av skipum nakað, men nú er talið so komið uppaftur.

Í fjør hevði Fuglafjarðar havn 929 skip, og árið fyri - 2021 - vóru skipini 1.033 í tali.

Ein orsøk til minkingina í fjør var, at Effo Bunkers, sum annars veitir tungolju í Fuglafirði, í 2022 ikki vildi bunkra russisk skip.

Men, fyrst í hesum árinum fingu eisini russisk skip tungolju aftur í Fuglafirði, og hetta sæst eisini aftur í talinum av skipum, umframt at nógvur fiskur er landaður í Fuglafirði.

Rólant Højsted væntar, at við verandi gongd verður hetta enn eitt ár, har skipatalið á Fuglafirði kemur uppaftur á 1000 – ella har umleið. 

Spurdur, hvat tað merkti fyri inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn í mistum vøru-og havnagjøldum, tá Effo Bunkers ikki bunkraði russisk skip, sigur hann, at missurin bara í 2022 var einar tríggjar miljónir krónur.

- Tað eru í stóran mun russiskir trolarar, sum fiska í føroyskum sjógvi, sum eisini bunkra her, og nú skipini aftur kunnu bunkra tungolju á Fuglafirði, er bæði skipaferðslan vaksin, eins og gjøldini til Fuglafjarðar havn eisini eru vaksin.

Rólant Højsted vísir á, at russar seinnu árini ikki hava umskipað á Fuglafirði, tí her er snøgt sagt ikki pláss fyri umskipingum.


Fuglafjørður er stór skipahavn. Í 2017 eksploderaði talið av skipum, sum tá kom upp á 1051.