Seinnapartin í gjár boðaði farmaskipið Blikur, sum lá á molanum í Havn, frá, at hann hevði mist nakað av tungolju á sjógv
Tórshavnar Sløkkilið fór beinanvegin avstað og legði girðingar út at forða fyri, at oljan rak víðari.
Sløkkiliðið metir, at millum 150 og 200 litrar fóru á sjógv, tá ið Blikur skuldi bunkra millum tveir tangar.
Tað kostar at oljudálka. Rokningin frá Tórshavnar kommunu verður fyribils mett til 50.000 krónur.
Umhvørvisstovan hevur ikki tikið støðu til enn, um Blikur skal hava eitt sektaruppskot.