Mjølnir svarar sterkt aftur

Mjølnir taptu tvey tey fyrstu settini 26-24 0g 25-13, men í triðja setti gjørdu teir rættuliga bart og bangaðu SÍ av.

 

Úrslitið í triðja setti gjørdist 25-18, men eitt skifti var støðan 22-12, so tað lýsur kanska munin í einum dysti, har spenningurin økist fyri hvønn minutt, ið gongur.

 

Kempað verður dúgliga um hvønn einasta bólt, og nógvar langar duellir eru í einum dysti, ið byrjar at liva upp til gysara status, hann fekk í fjølmiðlunum, undan stóra finaludegnum.