Randi Jacobsen
Danska hervaldið er við at rigga av í Mjørkadali.
Tað mesta av fólkinum er sagt upp, og tríggjar ferðir hevur útsøla verið av innbúgvi.
Formliga er avtalað, at landsstýrið yvirtekur ognirnar 1. januar, men tað ganga væntandi nakrir mánaðir aftrat, til flytingin er av.
Ognirnar eru støðin í Mjørkadali, bygningurin í og á Sornfelli og kommandørhúsini yviri við Strond.
Sjálvt um bara nakrir dagar eru til formligu yvirtøkuna, hevur landsstýrið enn ikki tikið endaliga støðu til, hvat hesar ognirnar skulu brúkast til.
- Vit satsa nú so nógv upp á ferðavinnuna, og tí liggur tað frammaliga at fara at brúka støðina í Mjørkadali og húsið á Sornfelli til ferðavinnuendamál, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Serliga spennandi heldur hann tað ljóða við at gera bygningin á Sornfelli til okkurt slag av upplivingardepli.
Leigusáttmálin um at arrestina í Mjørkadali gongur fram til 2014, men arrestin brúkar bara ein part av húsinum.
Tosað hevur verið um at brúka kommandørhúsini Yviri við Strond sum móttøkuhús hjá landsstýrinum.