Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 

Bónuskappingin, kvinnur:

 

Mjølnir – TB 3-1 (25-17, 25-19, 22-25, 25-20)

 

Annað árið á rað eru kvinnurnar hjá Mjølni steypavinnar eftir sannførandi 3-1 sigur á TB. 

 

Eftir at tað hevði gingið javnt á til 7-7 í fyrsta setti, vann Mjølnir næstu seks bóltarnar á rað og fór framum 13-7, og tað gjørdist ov tung hjá TB at toga innaftur, og Mjølnir vann settið 25-17, tá ið TB smassjaði síðsta bóltin í antennuna. 

 

Í øðrum setti legði Mjølnir seg eg framum 5-0 og helt frástøðuna stóran part av settinum, men móti endanum av settinum mentist TB og minkaði um munin til 18-19 og 19-20. Nærri kom TB tó ikki, tí Mjølnir vann tað, sum eftir var av settinum, og settbóltin sló Nicola Toftegaard í fingraspíssarnar á TB-leikarunum og út til 25-19.

 

Men TB var komið meira fyri seg, og við seks bóltum á rað fór TB framum 13-9 í triðja setti og helt stand, til Sharon Holm Haynes lobbaði bóltin yvirum til 25-22 til TB. 

 

TB elti mesta partin av fjórða setti, men stigini hjá báðum liðum komu í stimum; eini fýra til annað liðið og so fýra til hitt, og soleiðis var TB bara tvey stig aftanfyri við støðuna 17-19, tá Mjølnir so  líðandi dró frá og fór framum 24-18. TB hóraði undan teir fyrstu tveir dystarbótarnar, men so langaði Ásla Johannesen, sum eisini varð vald til dagsins leikara, triðja dystarbóltin í gólvið hjá TB til 25-20 til Mjølnir og níggjunda steypafinalusigurin hjá felagnum. 

 

##med2##