Mjólkarprísurin stendur í stað

Tað loysir seg verri og verri at verða mjólkarbóndi í Føroyum.

Meðan hagtølini vísa, at rakstrarkostnaðurin fyri hvønn litur mjólk veksur, vísa somu hagtøl, at vinningurin hjá bøndrunum fyri hvønn litur av mjók minkar.

 

Verður hugt at tølunum frá 1986 til 1990 sæst, av avlopið fyri hvønn litur av mjólk er rímiliga støðugt, millum 4,28 krónur upp til 4,99 krónur.

 

Verður so lopið fram til 2009 sæst, at tá er úrslitið fyri hvønn litur av mjólk komið niður á 2,71 krónur og tað dettur niður á 1,84 krónur í 2011, áðrenn tað ger eitt kvink upp eftir í 2012 til 2,03 krónur.

 

Tað skal tó sigast, at tá eru tølini roknað um til dagsprís eftir brúkaraprístalinum, sum Hagstovan hevur á heimasíðu síni.

 

Samlaði stuðulin var hægstur í árunum 1988 – 1990 tá hann var 1,98 kr./l. Síðani tá er stuðulin støðugt lækkaður, og var í 2013 0,77 kr./l. Tann samlaði avrokningarprísurin var 6,28 kr./l. í 1990. Hann fall síðani, og kom 13 ár seinri upp á aftur, og var tá kr. 6,32 kr./l.

 

Men tað er einki at ivast í, at tað lønar seg verri og verri at vera mjólkarbóndi í Føroyum.