Nógvir føroyingar munnu kenna og brúka leitiskipanina Momondo, sum er ætlað at finna flogferðir, gistingarhús, pakkaferðir og annað í sambandi við ferðir.
Momondo varð stovnað í Danmark 2006 og hevur havt heimstað í Danmark, hóast leitiskipanin í 2011 varð keypt av enska-amerikanska Cheapflights.
Nú hevur amerikanska felagið The Priceline Group keypt Momondo, og keypsprísurin er 550 milliónir dollarar – tað svarar til umleið 3,8 milliardir krónur.
Momondo hevur umleið 300 starvsfólk í Keypmannahavn, London og Boston.