Nýggi Ford Mondeo er triðja generatión, síðan Mondeo avloysti Ford Sierra í 1993. Síðan tá eru seldir ikki færri enn fýra milliónir Mondeo um allan heim.
Ford Mondeo 2007 byrjaði sína »karieru« í James Bond filminum »Casino Royale« í 2006, tá James Bond (Daniel Craig) koyrdi við einum Ford Mondeo, áðrenn bilurin var komin á marknaðin.
Mondeo líkist nógv konseptbilinum Ford Iosis Concept, sum Ford sýndu fram á fleiri bilaframsýningum, áðrenn nýggi Mondeo var endaliga liðugur. Stílurin kallast »Kinetec« og eyðkennir fleiri av nýggju Fordunum.
Ford Mondeo er tøkniliga tann mest framkomni evropeiski bilur, sum Ford nakrantíð hava gjørt. Stórur dentur er eisini lagdur á design, trygd og komfort og bilurin er sjaldsama ljóðleysur.
Nýggi Mondeo er nakað størri enn forgangarin og eisini væl rúmligari. Bilurin fæst við fýra og fimm hurðum og sum stationcar í útgávunum: Ambiente, Trend, Ghia og Titanium.
Mondeo fæst við fýra Duratorq TDCi Common Rail turbodieselmotorum við ávikavist 100, 125, 130 og 140 hk, og fýra Duratec benzinmotorum frá 1.6 til 2.5 litrar og 110 til 220 hk. Seinni í ár kemur eisini ein 2.3-litur Duratec motorur við 161 hk.
Umframt at Mondeo fæst við nógvari eykaútgerð, er standardútgerðin sera umfatandi, vit kunnu t.d. nevna Elektroniskt Stabilitets Program (ESP), forlyktir við ”follow me home” funktión, koyriteldu og aircondition. Bilurin startar uttan lykil við ”Ford Power” startknøttinum.
Ford Mondeo kann síggjast og royndarkoyrast hjá P/f Wenzel. Prísirnir byrja við 259.800 ein 1,6 Ambiente við 110 hk.
mg