MonkeyRat tvær konsertir um vikuskiftið

Tann fyrra er longu í kvøld og hin verður sunnudagin í Keypmannahavn.

Bólkurin, sum hevur føroyska grund at byggja á, hevur júst verið í Føroyum á ferð, men nú eru tey aftur í Keypmannahavn, har tey hava sín tónleikaliga gerandisdag.

Í kvøld fer MonkeyRat á pall á Mojo.

MonkeyRat + Jasmin & roWan + Jam á Mojo kl 22 í kvøld , 16. august.

Seinna konsertin er á Main Stage á Copenhagen Sonwriter Festival kl 18 sunnudagin 19. august .

MonkeyRat, sum útgav nýggju fløguna "Sunshine" út í summar við einari megnar konsert á G! Festivalinum tann 21 juli í ár, fara fullmannaði á pallin klokkan 22 í kvøld og spæla konsert í fyrsta setti, og síðani verður jam session í øðrum og triða setti.

Manningin á Mojo í kvøld verður: Anna Iachino - vokal, Arnold Ludvig - bass/vokal, Johan Jørgensen - guitar, Jens Stoklund - trummur, Jasmin - vokal og roWan (Róin Siggertsson) - vokal.

Tað verður tó upprunamanningin, sum spælir í garðinum við Rådhuset, Onkel Dannys Plads á Main Stage til Copenhagen Sonwriter Festival kl 18 sunnudagin. Manningin er: Anna Iachino - vokal, Arnold Ludvig - bass/vokal, Alain Apaloo - guitar, Jens Stoklund - trummur, Jasmin - vokal og roWan (Róin Siggertsson) - vokal.