Hvør hevur orðað spurningarnar? – og hvussu?
Hvør hevur svarað spurningunum? – og hvussu?
Hvør hevur tulkað svarini? – og hvussu?
Í meira enn eina viku hava vit ikki fingið morgunlesturin endursendan, og tað eru nógv fólk - ikki bert gomul og pensiónistar - sum plaga at lurta og tí sakna hetta. Endursendingin í myndaleysa SVF er betri enn einki, men er ikki nøktandi fyri tey mongu, sum koyra bil, eru til arbeiðis í vøggustovum, handlum, smiðjum, á skrivstovum, virkjum, skipsdekki ella eru við hús og hava annað at takast við enn at seta seg framman fyri sjónvarpinum. Útvarpið hevur so vælsignað nógvar møguleikar – tað kanst tú hava við tær alla staðni.
Avhøvdingin av morgunlestrinum er bert tann síðsta av ógvusligu broytingunum, sum nýggja leiðsla Kringvarpsins hevur framt – hvør óhepnari enn onnur. Føroyingar eru tolnir, viðhvørt kanska ov tolnir, og fá hava talað at, men nú er farið at prutla undir lokinum, og fleiri og fleiri krevja, at leiðslan stingur fingurin i jørðina og umhugsar sínar broytingar, so at ikki alt ov nógv verður niðurbrotið og oyðilagt, men at broytingar verða til tað betra, samstundis sum tað góða gamla fær frið.
Sum føroyingur havi eg altíð verið stoltur av Kringvarpinum (serliga Útvarpinum). At ein so lítil tjóð skal hava eitt so fjølbroytt, aktuelt og áhugavert útvarp, er undrunarvert, og stóra tøkk eiga slóðbrótararnir har saman við dugnaligum starvsfólkum fyri sítt væl útinta verk. Tíverri hava fleiri teirra fingið eina sera óvirðiliga viðferð frá nýggju leiðsluni – hugstoytt og stór skomm, tá hugsað verður um, hvørji mentanarvirði teir gjøgnum ÚF hava givið okkum. Eg meti, at ÚF hevur havt týðandi leiklut at skapa samleika okkara sum føroyingar, og ilt er at ímynda sær, hvar vit vóru sum fólk, um vit ikki høvdu havt ÚF seinastu hálvu øldina við teimum eldsálum, sum har hava virkað.
Ein ”postalínshandil”
Men, sum alt annað virðismikið, er eisini hesin dýrgripur viðbrekin – sum vørurnar i einum postalínshandli. Vit gleðast um alt tað virðismikla og vakra, sum har er, sumt brúka vit, meðan vit vita, hvar vit skulu leita eftir hinum, tá vit hava brúk fyri tí. Gaman í vita vit, at okkurt eigur at verða støvað av, og partvís hevur tað eisini verið gjørt, tá sendingar eru dagførdar ella tiknar av skránni og komnar fram aftur i nýmótans líki osfr.
Men framferðin hjá nýggju – áramálssettu – leiðslu Kringvarpsins er so als ikki nøkur ”avstøving”, tá hon trampar runt millum postalínsdýrgripirnar, sum av sonnum mugu sigast at vera OGN FØROYA FÓLKS !!! Hetta hevur hon ongan rætt til! Niðurbrótingin og oyðileggingin má halda uppat!
Kanningin
Aftur til morgunlesturin. Leiðslan sigur seg hava gjørt eina kanning, sum er grundarlag undir støðutakanini til at taka morgunlesturin av skránni kl. 9.50. Almannakunngerið hesa kanning, so eisini vit, vanligu lurtarar, kunnu meta um úrslitið og gera okkara egnu niðurstøðu. Vit hava øll krav upp á at síggja, hvussu tit eru komin fram til hesa avgerð og hava gjørt hesa ógvusligu broyting.
Setið kanningina i bløðini og leggið hana út á netið, so vit kunnu fáa svar upp á m.a. hesi viðurskifti:
Hvør hevur orðað spurningarnar? – og hvussu?
Hvør hevur svarað spurningunum? – og hvussu?
Hvør hevur tulkað svarini? – og hvussu?
”...et søkort at forstå – et skib at føre ...”
Ein skipari, sum setir kós og so bert siglir hana við skýklaffum fyri eygunum – uttan at taka atlit til streym og vind á leiðini – fær eina buldruta ferð, kanska kemur hann als ikki fram. Við avhøvdingini av morgunlestrinum hevur Kringvarpsleiðslan rent seg í eina krappsjógvaða íðu, sum hon ger rættast í at hava virðing fyri, og tað kann gerast við at geva okkum endursendinga aftur á skránna kl. 9.50 – henda broyting kostar einki – og hevði kenst sum ein útrætt hond til fólkið við lyfti um ikki at trampa meira í OKKARA postalínshandli, men heldur fara varliga til verka – við einum støvklúti.~
MORGUNLESTURIN AFTUR Á SKRÁNNA KL. 9.50!!!