Morgunlesturin í útvarpinum

Miðlaleiðarin í Kringvarpinum, Allan Dalsgarð, greiddi frá broytingum í skránni hjá Kringvarpinum í morgunsendingini í morgun. Broytingin verður galdandi frá mánadegnum 26. januar

Hesi seinastu árini hevur morgunlesturin verið endursendur kl.09.50. Fyrr var morgunlesturin endursendur kl.10.05. Tá ið tann broytingin varð gjørd, varð sagt, at hetta var betur fyri heildina í morgunskránni frá kl.07.30-10.00.

Í morgun tosaði miðlaleiðarin um at hava eina heild í morgunskránni, og tí skal endursendingin av morgunlestrinum burtur! Saman við fimleikinum, sum verður endursendur eftir tíðindini kl.10.00!

Tað er uttan iva gott at hava eina heild í sendingunum. Hesi seinastu árini hevur morgunlesturin verið ein partur av hesi heild í morgunútvarpinum. Hetta hevur hóskað sera væl at enda morgunsendingina við morgunlestrinum.

At strika endursendingina av morgunlestrinum og at strika fimleikin er ikki tekin um góða planlegging. Tað eru mong, sum eru glað fyri, at morgunlesturin verður endursendur júst hasa tíðina kl. 09.50 – serliga hjá eldri fólki, sum er ein stórur lurtaraskari hjá kringvarpinum. Hetta tíðarskleiðið á degnum er ein tíð, har nógv av okkara eldru – serliga tey, sum búgva á ymiskum heimum og ansingarstovnum - eru komin fyri seg á degnum. Og kærkomið er tað eisini við fimleikinum eftir kl.10.00. Tað kann ikki vera meiningin, at heildarfatanin hjá kringvarpinum, tá ið skráin skal leggjast, skal enda við at strika sendingar og gera tænastuna verri hjá lurtaranum.

Tað er gott at Kringvarpið hevur útbygt netvarpið – men tað er ikki tey eldri, sum brúka hesa tænastuna so nógv enn. Tey eru vaksin upp saman við útvarpinum, og lat okkum tí hava hesar endursendingarnar framvegis.

Vit hava nakrar kristiligar sendingar í kringvarpinum, sum fólk eru glað fyri og sum hava verið í kringvarpinum (útvarpinum) í meiri enn 50 ár. Lat hesar sendingarnar fáa frið. Hesar sendingarnar eru bert ein brotpartur av samlaðu senditíðini hjá kringvarpinum, og alt hetta tilfarið verið gjørt uttanfyri kringvarpið fyri lítlan og ongan kostnað. Uppgávan hjá Kringvarpinum er at skipa fyri at samskipa tíðina, sum send verður og at lurtarin kann fáa nyttu úr kringvarpinum.

Ein onnur sending er leygarkvøld, “hetta heilaga evangeliið skrivar”. Hvør man lagnan fara at vera hjá hesi sendingini. Hóskar hon heldur ikki inn í heildarfatanina hjá Kringvarpinum. Og verður hon eisini varpað út?

Áheitan! Fjølmiðlaleiðari, leiðsla, stjóri og Kringvarpstýrið í Kringvarpi Føroya! Vit menna ikki Kringvarp Føroya við at skerja og skera tað burtur, sum gott er og sum enn hevur ein natúrligan leiklut í mongum heimum í Føroyum við lestri og bøn. Latum okkum halda fast við henda góða gamla siðin og styrkja hann. Tað gera vit eisini við morgunlestrinum bæði kl.07.15 og kl.09.50. Lat okkum varðveita endursenda morgunlesturin í tí blokkinum, sum er morgunútvarp frá kl.06.00-10.00.

 

 

Uni Næs

Fm. í KLH, Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag