Luttakarin, sum í gjár mátti siga farvæl við X-Factor, var ein av stórfavorittunum, tá ið kappingin byrjaði í januar. Men sjúka og annað hevur gjørt, at tað bert hevur gingið niður at bakka hjá Morten Benjamin, og í gjár mátti hann gjalda prísin.
Men dómarin hjá Morten Benjamin heldur, at hann fór úr sendingin við virðing.
Pernille Rosendahl heldur, at tað var eitt góð løta hjá Morten Benjamin at fara úr kappingini.
- Tað er keðiligt, men eg eri glað fyri at hann slapp at enda á toppinum, smílur Pernille Rosendahl, sum heldur, at Morten Benjamin gav eina góða framførslu í gjárkvøldið.
Hon sigur við danskar miðlar, at tað hevur verið ein vøkur ferð hjá Morten Benjamin, og at hann hevur verið trúgvur ímóti sær sjálvur.
- Tað hevði verið verri, um hann fór úr eftir Seebach lagið, tí tað kláraði hann ikki so væl. Ístaðin slapp hann at prógva sítt virði aftur hesaferð, sigur hon.
Í síðstu viku fekk Morten Benjamin eina trupla uppgávu at loysa, tá ið hann skuldi syngja ein av sangunum hjá Rasmus Seebach. Men tá ið Jean Michel boðaði frá, at hann fór úr sendingini saman við Nicoline Simone, so vóru allir hinir
luttakararnir friðaðir, og tí fekk Morten Benjamin enn ein møguleika at vísa hvat hann dugir.
Eisini Cutfather heldur, at Morten Benjamin fór út á toppinum.