Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Dysturin verður leiktur á Fir Park leikvøllinum móti skotska liðnum, Motherwell.
9. august í 1994 vann Motherwell á sama leikvølli 3-0 á HB í dysti í UEFA Cup undankappingini.
Motherwell hevur eina risastóra favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Motherwell liggja millum 1,08 og 1,15.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,40 og 9,20.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 13,00 og 20,00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













