Mótmæla grindadrápi í Berlin

Allan seinnapartin gingu mótmælisfólk eftir gøtunum í týska høvuðsstaðnum

Í dag hevur umfatandi mótmæli ímóti grindadrápi verið í Berlin.

Tað er ikki greitt, hvussu umfatandi tað var, hvat fólki viðvíkur. Men tað var í hvussu so er nakað av fólki og tey vóru so væl utgjørd við skeltum og rakstrarrópum.

 

Bjóðað var inn á Facebook og har høvdu gott 700 fólk boðað frá luttøku, men tað er óvist, um øll møttu upp. Har hava tey eisini lagt nógvar myndir, sum vit hava lænt nakrar av til hendan stubban og til myndafrásøgnina, sum vit eisini hava lagt her á in.fo. 

 

Sjálvir hava fyrireikararnir mett á Facebook, at mótmælisfólkini vóru eini 550-600 í tali.

 Á

Men tað var í øllum førum umfatandi, hvat tíð viðvíur, tí tað vardi allan seinnapartin, frá á miðdegi til um náttúrðatíð.

 

Formliga var tað ein bólkur ið kallaði seg Aktion Fair Play Berlin, sum skipaði fyri mótmælisgonguni.

 

Men Sea Shepherd mundi hava ein týðandi leiklut í tiltakinum, tí meginparturin av mótmælisfólkinum var í Sea Shepherd búnað, eisini við upprunaliga Grindstop-búmerkinum á rygginum – tað var búmerkið við Merkinum á.

 

Mótmælisgongan byrjaði við donsku sendistovuna í Berlin og helt so fram til Brandenburger Tor og á vegnum róptu tey rakstrarróp og nakrar talur vórðu hildnar og annars hildu tey levint og gang.

 

Síggj fleiri myndir frá mótmælisgonguni við at trýsta HER