(savnsmynd)

Mótmæla oljuleiting í miðbýnum í Havn: Latið oljuna liggja!

Klokkan 12:30 skipa Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fyri altjóða veðurlagsverkfalli við Speakers Corner í miðbýnum í Havn

 

(savnsmynd)

Fyrireikararnir halda, at landsstýrið blæsur við mjøli í munninum: samstundis sum tey gera tað púra greitt, at vit skulu halda altjóða avtalur um veðurlagsbroytingar fyri at varðveita eitt trygt veðurlag, ynskja tey at halda fast við leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Hetta ber ikki til.

Veðurlagsrørslan er ein altjóða rørsla, og í dag er altjóða veðurlagsverkfall, eisini í Havn.

– Tí siga vit í samband við altjóða veðurlagsverkfallið: Latið oljuna liggja!

– Vit skulu hinvegin seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um okkara orkunýtslu og lækka vakstrarhúsgassútlátið munandi, siga fyrireikararnir.

Tiltakið er við Speakers Corner í Havn og byrjar kl. 12:30. Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Mortensen bera fram røðu. Aftaná er orðið frítt.

Fyriskiparar eru Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

 

 

(savnsmynd)