Tað var deildin í Føroyum, Smyril Blue Water, sum skipaði fyri, tá nýggi motorurin hjá Smyrli varð fraktaður úr Finlandi og heim til Føroya.
Mátini á motorinum eru ávikavist 5,5 x 2,3 x 3,9 metrar, og motorurin vigar 38 tons. Á myndini, sum er viðheft, er motorurin lyftur á ein serbygdan trailara í Hirtshals.
Motorurin er fluttur allan vegin av Waertsila-verksmiðjuni í Finlandi og heim til Føroya.
Serbygdi trailarin koyrdi umborð á skipið "MV Mistral" í Hirtshals og leveraði motorin beinleiðis til skipasmiðjuna MEST í Havn.