Móttøka verður fyri Vestmenningi í morgin

- Vit fegnast um, at nýtt skip nú kemur til bygdina, og vit ynskja eigarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Í morgin - leygardagin klokkan 15 - verður móttøka á bryggjuni í Vestmanna fyri nýggja skipinum, sum vestmenningar hava keypt.

 

Talan er um uppsjóvarskipið Christian, sum er keypt úr Klaksvík. Skipið hevur fingið navnið Vestmenningur.

 

Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur keypt skipið, sum fer til fiskiskap í vár.

 

Á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

 

- Vit fegnast um, at nýtt skip nú kemur til bygdina, og vit ynskja eigarunum hjartaliga tillukku og blíðan byr, siga tey í Vestmanna kommunu.