Tað sigur venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, um tapið fyri Bayern Munchen í Super Cup dystinum í gjár. Bayern Munchen vann eftir brotssparkskapping.
José Mourinho helt eisini fyri, at svenski dómarin, Jonas Eriksson, tók alla vónina frá Chelsea liðnum, tá hann í seinna hálvleiki gav brasilska miðvallaranum, Ramiers, sítt seinna gula kort fyri at fella Mario Gotze. Hetta merkti, at Chelsea mátti spæla við einum spælara í undirtal seinastu minuttirnar av vanligari leiktíð og í longdu leiktíðini.
- Um tú hyggur eftir dómarabókini, reglugerð fyri reglugerð, so er tað eitt gult kort, men soleiðis sektar tú ikki hvørja ferð. Ein góður enskur dómari hevði steðgað dystinum og sagt við Ramires, at tú hevur ikki skadd nakran, men ikki gera hatta aftur. Síðani hevði hann sagt við Bayern Munchen spælarar, at teir ikki skulu tveita seg, segði José Mourinho.
Fernando Torres legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, meðan Franck Ribery javnaði stutt inn í seinna hálveik. Sutt inn í longdu leiktíðina legði Eden Hazard undirmannaða Chelsea á odda, men við seinasta sparkinum í longdu leiktíðini javnaði Javi Martínez fyri Bayern Munchen.
Í brotssparkskappingini skoraðu níggju teir fyrstu skjúttarnir. Tíggjunda brotssparkið tók innskifti Romelu Lukaku sær av, men Manuel Neuer í Bayern Munchen málinum lurid hann av og bjargaði.
- Eg eri vónbrotin, tí tað besta liðið tapti. Liðið, sum hevði mest uppiborið at vunnið tapti, men soleiðis er fótbóltur, segði José Mourinho eftir dystin.
Sostatt er Bayern Munchen vinnari av Super Cup dystinum, sum er ein dystur millum Champions League vinnararnar og Europa League vinnararnar.
Super Cup 2013:
Bayern Munchen – Chelsea 1-1 (0-1) 5-4 eftir brotssparkskapping
(2-2 eftir longdaleiktíð)
0-1 Fernando Torres, 8
1-1 Franck Ribery, 47
1-2 Eden Hazard, 93
2-2 Javi Martínez, 120+1
Bayern Munich: Neuer, Rafinha (Javi Martinez 56), Dante, Boateng, Alaba, Muller (Gotze 70), Lahm, Kroos, Ribery, Mandzukic, Robben (Shaqiri 95).
Á bonkinum: Starke, Van Buyten, Contento, Pizarro.
Gul kort: Ribery
Chelsea: Cech, Ivanovic, Cahill, Luiz, Cole, Ramires, Lampard, Hazard, Oscar, Schurrle, Torres (Lukaku 97).
Á bonkinum: Schwarzer, Azpilicueta, Terry, Essien, Mikel, Mata.
Gul kort: Cahill, Ramires, Luiz, Torres, Cole, Ivanovic
Reyt kort: Ramires (84)