Mourinho er í hálvfinaluni

Inter Milan vann fyrra dystin 1-0 á heimavølli. Tí var tað ósannlíkt, at CSKA Moskova fór at megna at svara aftur, um Inter kom á odda í seinnu fjórðingsfinaluni í Moskova. Men longu eftir seks minuttir hevði fyrrverandi Real Madrid miðvallarin, Wesley Sneijder, sent eitt fríspark í mál til 1-0 til gestirnar úr Milano.

 

CSKA Moskova megnaði ikki at svara aftur og sostatt er Inter Milan í hálvfinaluni í Champions League. Har skulu teir møta vinnarinum av Barcelona og Arsenal. Í skrivandi løtu, er Barcelona á odda á Nou Camp, so alt røkist fyri at Jose Mourinho og Inter skulu møta Barcelona.

 

Champions League:

 

CSKA Moskova ? Inter Milan(0-1) 0-1

Wesley Sneijder(6)

Inter Milan vinnur samanlagt 2-0