MSC: Mentan og sið­a­arv­ur eru ikki nóg góð grund­gev­ing

Grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum um at verja føroyska mentan og siðaarv fara helst ikki at sannføra altjóða stovnar, sum meta um burðardygga fiskiveiðu.

Tað sigur Durita í Grótinum, stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), við Kringvarpið.

 

Hon vísir á, at MSC-góðkenningin av føroyskum fiskiskapi er treytað av, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES góðkennir føroysku umsitingarætlanina fyri fiskiskapin.

 

Útmeldingin kemur, eftir at Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur gjørt greitt, at hann framvegis ætlar at geva útróðrarbátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at atlitið at føroyskari mentan og siðaarvi vigar tungt í hesum sambandi.

 

Sambært Duritu í Grótinum arbeiðir FISF miðvíst fyri at fáa ICES at góðkenna føroysku umsitingarætlanina. Vónin er, at arbeiðið verður liðugt í heyst, men hon ivast í, at grundgevingar um mentan og siðaarv fara at hava týdning í metingini hjá ICES.