Fyrrverandi forsetin í Egyptalandi, Hosni Mubarak, varð rullaður á børu inn í rættarsalin í Kairo, har rættarmálið móti honum er byrjað í morgun.
Tað skrivar danska blaðið Politiken.
Hann er settur í eitt metallbúr inni í rættarsalinum. Ákærurnar móti fyrrverandi forsetanum, sum varð koppaður í februar eftir áhaldandi mótmæli frá egyptiska fólkinum, eru millum annað fyri korruptión.
Hosni Mubarak hevði verið forseti í Egyptalandi í 30 ár, áðrenn hann varð koppaður.
Umframt Hosni Mubarak eru eisini báðir synir hansara undir ákæru og eru somuleiðis í rættarsalinum.