Mugu byggja brýr millum ættarlið

?Vitanarliga er tað okkurt, sum týður upp á, at vit nærum hava fingið eitt A-lið og eitt B-lið í Føroyum, sigur Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, ið 1. februar byrjar sum leiðari og partnari í PA Consulting Group

SAMRØÐA

Ein ov góður møguleiki at siga nei til.
Hetta sigur Richard Mortensen um sítt nýggja starv. Marknaðarstjórin á Føroya Tele fer 1. februar í annað starv. Leiðin gongur til Keypmannahavnar at starvast hjá altjóða fyritøkuni PA Consulting Group.
Fyri tveimum árum síðani fór Richard úr starvi hjá nevniliga PA Consulting Group. Men hesin nýggi møguleikin var ov stórur til at siga nei til. Fyri uttan at gerast partnari í fyritøkuni, gerst Richard eisini leiðari fyri fyri Strategy og Marketing á deildini í Keypmannahavn og fær samstundis globalu ábyrgdina fyri Marketing Strategy hjá altjóða ráðgevingarfyritøkuni, sum hevur eini 4.000 fólk í starvi.
?Eg varð ringdur upp í heyst og fekk bjóða eitt sera áhugavert starv. Eftir at hava tosað aftur og fram við familjuni gjørdu vit av at fara av landinum aftur, har vit hava búð í nógv ár, sigur Richard Mortensen.
Í einum av teimum trimum stjórakontórunum hjá Føroya Tele á Hálsi hava vit hitt Richard til eitt prát um vinnulív, Føroya Tele og hvat annað, vit kunnu fáa hann at siga sína hugsan um.

Broyting
Seinnu árini er støðan hjá Føroya Tele sum fyritøku broytt rættiliga nógv. Við navninum Telefonverk Føroya Løgtings var talan um eina monopol fyritøku við fáum virkisøkjum og ongari kapping.
Hendan støðan broyttist tó, og Føroya Tele, sum tað kom at eita, fekk kapping, men eisini nýggjar møguleikar.
Føroya Tele fekk fyrst vinning av uttanlands samrøðum, og seinni kom glið á virkisøki sum fartelefon og Internet. Ein broyting, sum hevur havt stóran ávirkan á Føroya Tele ? ikki minst á inntøkuna.
Richard Mortensen sigur, at ein stórur partur av hansara arbeiði hevur verið at leiða eina broytingarprosess ? frá almennari fyritøku til at rekast sum ein og hvør privat fyritøka.
?Eg havi nýtt ein stóran part av míni tíð til at fáa hugburðin broyttan. Vit skulu á øllum økjum verða rættaði móti ynskjunum hjá kundanum. Vit kunnu ikki taka nakað fyri givið longur, sigur Richard Mortensen.
Hetta arbeiðið var byrjað, tá Richard tók við sum marknaðarstjóri, men Richard hevur so tikið yvir í leiklutinum sum inspirator og staðið á odda fyri einari broytingarprosess. Hann nevnir hetta sum ein tann mest avbjóðandi partin av arbeiði sínum fyri Føroya Tele.
Richard ásannar, at hendan prosessin er og hevur verið ótrúliga týdningarmikil fyri Føroya Tele, og um tað skal vera nøkur líkinda framtíð hjá fyritøkuni við nýggju marknaðarstøðuni við kapping í huga.
Tað er enn landið, ið eigur Føroya Tele, og fyritøkan er skipað sum eitt alment partafelag, sum fyri tað nógva verður rikið bert eftir handilsligum fortreytum, men hevur tó nakrar veitingarskyldur, og ger samstundis eisini nakrar uppgávur fyri tað almenna, eitt nú at ansa sendinetinum hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum.
?Um Føroya Tele skal átaka sær uppgávuna sum ein av slóðbrótarunum innan føroyska KT vinnu, er ein av fortreytunum, at fyritøkan verður privatiserað og kann handla innan vanlig handilslig kor, sigur Richard Mortensen.
?Tað skal ikki taka tíggju dagar, men heldur tveir dagar at avgreiða eitt nú eitt nýtt hald hjá kunda. Fyrr var tað ikki neyðugt at renna skjótari enn eitt vist, men nú skal ein annar hugburður til, sigur Richard Mortensen.
Prosessin hevur merkt eina broyting í hugburði og broyttar mannagongdir á øllum økjum, har kundarøktin verður sett fram um.
?Fakliga tori eg at siga, at Føroya Tele er gott ávegis at broyta persónligheit frá at vera ein almennur stovnur til verða ein væl virkandi privat føroysk fyritøka. Og, um rætt verður borið at, kanska ein fyritøka, sum kemur at førka seg yvir í útflutning av vørum, sigur Richard Mortensen.

Lítil marknaður
Við okkum í skjáttuni á gátt hjá ovastu leiðsluni í fyritøkuni við 250 starvsfólkum hava vit nakrar spurningar. Roynt verður at spyrja so breitt og gott sum gjørligt, og fráfarandi marknaðarstjórin svarar.
Spurdur, hvussu hann vil lýsa føroyska samskiftis- og KT marknaðin, svarar hann:
?Føroyski marknaðurin er sera lítil og tessvegna avmarkandi bæði so og so. Nógvar fyritøkur eru noyddar at leggja seg eftir at selja tænastur til heimamarknaðin fyri at yvirliva og verður kappingin tessvegna øgiliga stuttskygd, sigur Richard Mortensen.
Tað er fatanin hjá Richard, at heimamarknaðurin fyllir ov nógv í Føroyum ? bæði hvat hugsan og ætlanum viðvíkur.
?Hyggja vit longri fram í tíðina, so eiga føroyskar samskiftis- og KT fyritøkur at brúkt størri orku til samstarv við útlendskar fyritøkur við útflutningi fyri eyga, metir Richard Mortensen.
Júst hetta við samstarvi er nakað, ið Richard sigur seg sakna nógv á føroyska marknaðinum.
?Ta løtuna, onkur fyritøka hevur fingið eitt gott hugskot, sum møguliga hevur møguleika fyri at verða útflutt, so kýta allar fyritøkurnar ? hvør í kapping við aðra ? fyri at kopiera og troka tað av marknaðinum. Heldur átti dentur at verði lagdur á at samstarva fyri menna hugskotið, soleiðis at hetta kann gerast ein útfluttningsvøra.
Hugsast kann ? heldur menningin fram á sama hátt ? at Føroya Tele fer at fylla minni í landslagnum, enn fyritøka ger sum er, metir Richard.
?Føroya Tele hevur á fleiri økjum havt ein ónatúrligan stóran marknaðarpart. Tað kemur ikki fyri aðrastaðni, at ein veitari eigur 80-90% av marknaðinum, og tískil vilja vit við kappingini eisini fara at síggja, at Føroya Tele fer at missa ein part av sínum marknaðarparti.
Víst verður á, at á eitt nú Internet økinum við føstum sambandi eiga aðrir veitarar um helmingin av marknaðinum. Á hesum økinum, eins og á øðrum, merkir Føroya Tele rættiliga kappingin, sum er komin undan kavi, síðani monopolstøðan varð avtikin.
?Her verður so uppgávan hjá Føroya Tele at menna verandi tænastur og nærkast nýggjum virðisøkjum í framtíðini, sigur Richard Mortensen.
Kapping er ikki nakað, sum ræðir fráfarandi marknaðarstjóran.
?Kapping er fortreyt fyri víðariútvikling. Kappingin hevur havt stóran týdning fyri Føroya Tele. Fyri kundan hevur hetta merkt, at hann hevur fingið eitt størri útboð av tænastum fyri ein lægri prís. Fyri fyritøkuna hevur kappingin havt ein sera stóran týdning í umstillingini av fyritøkuni til at gerast ein meiri effektiv og kundavend fyritøka, sigur Richard Mortensen.
Fráfarandi stjórin metir, at Føroya Tele uttan stórvegis trupulleikar kundu fingið flestu kappingarneytarnar av bananum aftur, men hetta vildi í síðsta enda ikki vera gagnligt fyri Føroya Tele og menningina hjá fyritøkuni.
?Um kappingin einans fer at snúgva seg um prís, er vandi fyri, at menningin steðgar upp ? og tá verður spurningurin bara um nær, vit aftur eru í støðuni við bert einari fyritøku innan samskifti.

A og B
Síðani Richard flutti av landinum í áttatiárunum er samfelagið ment í risafetum, leggur hann út við at siga, tá spurt verður eftir, hvat hevur størsta týdning í menningini av Føroyum til at gerast eitt meira framkomið samskiftissamfelag.
Tað er fatanin hjá Richard, at vitanarstøði í nógvar mátar er fult á hædd við onnur lond, og Føroyar eiga nógv ung fólk við relevantum útbúgvingum.
?Har, vit kanska halta nakað afturúr fyri at gerast kappingarfør, er eftir mínum tykki vilji og hugburður til at brúka okkara vitan á ein skynsaman hátt og alsamt at dagføra vitanina. Nógva staðni í londunum kring okkum verða starvsfólk við góðum førleikum sett við tí fyri eyga, at hesir førleikar skulu koma til sín rætt í fyritøkuni.
?Her í Føroyum kennist tað onkuntíð sum um, at tað er tann lægsti felagsnevnarin, sum ræður ? bæði í fyritøkum og aðrastaðni. Hetta er ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga tey risafet, Føroyar hava verið ígjøgnum síðstu árini.
Vitanarliga er tað okkum, sum týður upp á, at vit nærum hava fingið eitt A-lið og eitt B-lið, sigur Richard Mortensen.
Hesi A- og B-lið, sum sipar verður til, eru býtt upp soleiðis, at A-liðið er mannað við teimum ungu vælútbúnu við royndum frá útlandinum, og B-liðið eru tey meira tilkomnu fólkini við hollum royndum úr Føroyum.
?Tað er B-liðið, sum setir dagsskránna í Føroyum. Hetta kann eisini vera gott, tá hugsað verður at skapa kontinuitet og stabilitet.
Trupulleikin er tó tann, at nógv av tí íblástri og fyritaksemi, sum kundi komið uttaniífrá dettur niðurímillum. Hetta skyldast, at B-liðið ikki hevur førleika til at skilja hugskotini frá nýggja ættarliðnum. Tí er vandin tann, at tað verður tann lægsti felagsnevnarin, sum avgerð framtíðina, sigur Richard Mortensen.
?Fyri at menna Føroyar til eitt meira framkomið samskiftissamfelag, verður avbjóðingin at byggja brýr millum hesi bæði ættarliðini. Hetta kann gerast við at lata nøkur av teimum ungu sleppa framat, har avgerðirnar verða tiknar, sigur Richard Mortensen.
Av øðrum avbjóðingum fyri at menna føroyska samskifissamfelagið nevnir Richard menningina av infrastrukturinum til umheimin, konvergens, sum er samanrenning millum ymsara miðlar og telefoni og tørvurin á váðafúsum kapitali og samstarvi.

FarIce
Sum nevnt verður tað avgerandi fyri Føroya Tele, at fyritøkan mennir tænastur og nýggj virðis- og virkisøki.
Eitt, sum fer at betra støðuna hjá Føroya Tele og øðrum veitarum við, verður FarIce kaðalin. Richard metir hendan kaðalin fara at fáa kollveltandi ávirkan, tí við hesum verður kapasiteturin út í heim nógva ferðir størri, og eitt av árinunum verður lægri prísir.

--
Blábók

Richard Mortensen er føddur og uppvaksing á Argjum, og er abbasonur navnframa argjamannin við sama navni. Hann gjørdist útbúgvin bankamaður í Sjóvinnubankanum í 1983. Eftir hetta fór hann at lesa Cand.merc á Handilssháskúlanum í Keypmannahavn. Hesin útbúgving varð hann liðugur við í 1988.
Fyrstu tvey árini aftaná var hann í starvi hjá management konsulentfyritøkuni Michael Peters Group í London. Her tókst hann við marknaðarstrategi og vørumenning hjá fyritøkum sum Bridgestone og Danisco.
Í 1990 fór hann í starv hjá PA Consulting Group, sum hann vendir aftur til nú. Steðgurin hjá PA Consulting gjørdist í fyrsta umfari tíggju ár. Tey seinastu fimm árini starvaðist Richard sum leiðari á deildini fyri strategi og marknaðarføring, har hann ráðgav leiðslunum í fyritøkum sum Mærsk, Danfoss og Codan.
januar 2000 tók Richard við sum marknaðarstjóri í Føroya Tele. Har gjørdist hann partur av ovasti leiðsluni í stóru føroysku fyritøkuni.
Sum marknaðarstjóri hevur Richard havt ábyrgdina av øllum tænastusektorinum ? frá marknaðarføring og sølu til tænastumiðstøð og telebúðir. Í alt starvast 80 starvsfólk á hesum deildum hjá Føroya Tele.
Í nýggja starvinum hjá PA Consulting vendir Richard aftur á kendar leiðir. Hann skal arbeiða og búgva mestsum á sama stað, men hesaferð gerst hann eisini partnari og fær globalu ábyrgdina av Marketing & Strategy.
Richard Mortensen er giftur og eigur tvey børn.

---
FAKTA

PA Consulting Group er ein altjóða ráðgevingarfyritøka. Fyritøkan hevur gott og væl 4.000 starvsfólk í átjan londum.
Á deildini í Keypmannahavn starvast 250 fólk. Fyritøkan er størsta ráðgevingarfyritøkan av sínum slag í Danmark.
PA Consulting Group arbeiðir við at ráðgeva leiðslum á stórum fyritøkum kring heimin. Ráðgevingin er rættiliga víttfevnandi. Ráðgivið verður um, hvussu fyritøkan skal leiðast, hvussu fyritøkan klárar seg í kappingini við strategi, marknaðarføring, KT o.ø.
Millum kundarnar hjá PA Consulting Group teljast stórar altjóða fyritøkur sum Shell, Nokia, Microsoft, Lego og Mærsk.