Arbeiðsgrevið hjá Føroyum, Julian Johnsson, helt eftir dystin, at sum heild var hann ikki nøgdur um avrikið.
- Vit eru væl við í dystinum so at siga allan fyrra hálvleik og eisini í pørtum av seinna, so í so máta var tað kanska ikki so galið.
Vit vita tó av, at vit fáa ikki meira enn hasar fimm ella seks møguleikarnar ígjøgnum ein dyst, og so mugu vit megna at gera nýtslu av teimum. Tað megnaðu vit ikki í dag, og tí eri eg ikki heilt nøgdur.
Settu ferðina upp
Um egna avrikið, sum helst var tað besta føroyska avrikið mikukvøldið, visti Julian ikki rættuliga, hvat hann skuldi halda. Merkisvert var tó, at hann sum so ikki tóktist so ógvuliga móður eftir dystin, hóast hann í kilometrum helst var fremsti føroyingurin í dystinum.
Annars helt hann, eina av orsøkunum til, at danir hóast alt vunnu dystin, vera, at leikferðin fór upp í seinna hálvleiki:
- Teir megnaðu sera væl at fáa nøkur temposkift í spælinum, og í løtum vórðu vit rættuliga koyrdur runt í samanspæli teirra. Hetta viðførdi eisini, at vit í fleiri førum komu í undirtal, tá danir fóru frameftir.
Hóast hetta, so helt hann tó stórsta trupulleikan vera væntandi málini, og helst eru eisini fleiri, sum iðra seg um, at ikki onkur av føroysku royndunum gav úrslit.la inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.
Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.
15. Kurt Mørkøre
Sogndal
30/2
Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.
Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.
12. Henning Jarnskor
GÍ
35/2
Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.
Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.
18. Rógvi Jacobsen
KÍ
6/0
Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál